Føroyska ullin fer óviðgjørd til Englands, tí orka er ikki á Suðuroyar Ullarvirki at gera nakað við alla ullina, sum kemur inn.
Karin Brattaberg á Suðuroyar Ullarvirki sigur, at tey arbeiða við at gera lidnar vørur á virkinum. Og tað ger so aftur, at orka er ikki til annað.
Nú ullarmóttøkan er í hæddini um summarið, verður heldur ikki tann nógva tíðin til framleiðslu.
Hetta er ein strævin tíð, sigur Karin Brattaberg. Øll ullin kemur samstundis, nú roytt verður.
Og tá verður ikki tíð til annað enn at taka ímóti og pakka í sekkir.
Hugsandi er ikki um at skilja ella vaska. Ullin fer púra óviðgjørd til Englands.
Hóast ynski er, at øll føroysk ull verður arbeidd her á landi, ber hetta ikki til í løtuni, sigur Karin Brattaberg. At kalla einki verður spunnið, sum er.
Eitt sindur verður tó viðgjørd á virkinum.
Tað er soleiðis, sigur Karin Brattaberg, at tey gera ymisk pløgg úr føroyskari ull.
Og tær vørurnar hava fingið rættiliga góða móttøku.
So mikið góða, at tað stendur á, við teirri kraft, sum er, at framleiða til eftirspurningin.
Og rávøran, har verður brúkt, er bara føroysk. Alt verður loyst úr lagdi á Suðuroyar Ullavirki.
»Alt verður gjørt undir sama taki. Frá tí, ullin kemur inn, til troyggjur og turriklæði, ella hvat nú finnast kann uppá eru liðug« sigur Karin Brattaberg.
Karin Brattaberg teknar tað mesta sjálv, sum selt verður av virkinum. Onkur tekning verður tó keypt.