Ørnin hevði besta flogið

Kappróður 5-mannafør gentur: Kappingin stóð í síðsta enda bara millum vágagenturnar og FM vinnararnar úr Vestmanna

Í 1990 og í 1991 vann Ørnin FM. Tá tær í 1993 skuldu seta trumf á, eydnaðist tað ikki. Í 1997 og í 1998 vann Ørnin FM. Tá tær í 1999 skuldu seta trumf á, eydnaðist tað ikki. Tað restaðu tvey stig í, og tá tey vesturi í Vágum líta aftur á lokna róðrarárið, so ber tað teimum væl til at finna fram til, hvar tey mistu stigini áttu at verið vunnin. Á norðoyastevnu var Ørnin bara nummar fýra, og í Hósvík endaðu tær á triðja plássi, eftir at tær eina løtu høvdu verið fremstar. Við sigrinum á jóansøku eydnaðist teimum at koma uppí aftur FM kappingina, men at tær ikki vunnu í Fuglafirði hevði við sær, at avgerðin um endurvinning av FM ikki bara lá í teirra hondum, og í síðsta enda kostaði hetta FM heitið.

Í innleiðandi umfarinum var tað bara spenningur í fyrru kappingini, har Ternan og Blikur eina løtu royndu at hótta Royndina Fríðu í kappingini um fimta plássið. Í hinum bólkinum var gloppið aftur til afturu bátarnar beinanvegin stórt.

Í finalukappingini var tað merkisvert, at Sílið, sum í øllum hinum fimm kappingunum tilsaman bara hevði fingið sjey stig, var fremst eina løtu og í síðsta enda megnaði at troðka seg inn á triðja plássið.

Kappingin um fremsta plássið stóð á síðsta teininum millum Ørnina og Havfrúnna, sum ikki fekk serliga góðan start og ikki kom fram millum teir fremstu bátarnar fyrrenn undir Molanum. Munurin var lítil inn móti málinum, eina løtu stóð mest sum á jøvnum millum Havfrúnna og Ørnina, men so glapp og um enn munurin ikki var so ógvuliga stórur, so var eingin ivi um, at Ørnin fór fyrst um málið.

Tá Ørnin í fjør vann FM noyddust tær í ólavsøkuróðrinum at dvína fyri Kolli. Hesa ferð endurtóku tær ólavsøkusigrarnar frá 1997, 1990 og 1988, men í FM kappingini noyddust tær at níga fyri vestmannagentum. Havfrúgvin hevur ikki vunnið á ólavsøku áður, og sjálvandi mundi tað kennast snópið ikki at vinna við nýggja bátinum, men eingin kann taka frá vestmannagentum, at tær hava verið tær mest støðugu í róðrarárinum 1999, og tað hevur borið fyrsta FM heitið nakrantíð við sær til Havfrúnna við gentum.

Tað var lítil ivi um fremsta, næstfremsta og triðja plássið. Gloppið aftur til Fípuna Føgru á fjórða plássinum var rættuliga stórt. Tíðirnar siga frá, at klaksvíksgentur vóru í harðari kapping við havnargentur um fjórða plássið.

Undan ólavsøkuróðrinum lá Beinta úr Miðvági, sum í ár hevur havt manning úr høvuðsstaðnum, til at vinna bronsu, men tær høvdu ikki marginalirnar á sínari síðu á ólavsøku. Munurin fram til Fípuna Føgru var eitt sekund, men tá Beinta ikki gjørdist meiri enn nummar sjey og harvið einki stig fekk í FM kappingini hevði tað við sær, at klaksvíksgentur vunnu seg eitt stig framum og fóru við bronsuni.