Hetta verður gjørt, fyri at tryggja okkum, at um Landsstýrið og stjórnin ikki koma til eina loysn, so eigur grunnurin ikki verða forðaður í at leggja seg út í málið. Tí fara vit møguliga at stevna [...] frameftir einki fór at gera við málið, sigur Knud Heinesen, at støðan hjá grunninum er óbroytt. Tá tað ikki eru útlit fyri at samráðingarnar kunnu verða lidnar áðrenn 30. apríl, tá freistin er úti, er stevningin
skattaskipanin ikki skuldi vera atvoldin til, at fólk framvegis flutti av landinum, 3)at hjúnabandsstøða ikki skuldi hava skattliga ávirkan, og 4)at avtaka fíggjarognaravgjaldið. Til ber ikki at fara út í [...] stillað upp fyri Fólkaflokkin, er tað tí, at eg fegin vil vera við til framhaldandi at føra ein frælslyntan, borgarligan politikk, men ikki minni tí, at eg onga løtu ivist í, at tær loysnir, sum Fólkaflokkurin [...] Danmark, eru tær røttu. Eg fari tí at heita á fólk um at fara á val 30. apríl og geva okkum heimild til at halda fram við politikki okkara bæði á tí búskaparliga og tí tjóðskaparliga økinum. Fuglafirði,
bankamálinum. Í brævinum skrivar løgmaður »Såfremt regeringen fortsat ikki er indstillet på at indlede forhandlingar og såfremt ikki alle parter senest 6. april 1998 er indstillet på en betingelsesløs [...] forsætisráðnum mánadagin, so var einki ar frætta um, nær Nyrup fór at svara løgmanni, men heldur ikki, at hann ikki fór at svara. Í veruleikanum var Nyrup Rasmussen staddur á fundi í London mesta partin av [...] Tað hevur ørkymlað fólk, at Landsstýrið sendi enn eitt skriv til Nyrup Rasmussen 2. apríl, eftir at forsætisráðharrin, ístaðin fyri at fara undir samráðingarnar nú, bað løgmann stevna donsku stjórnina
Hvussu tað bar til at teir brotna so neyvt í helvt, og hví teir gjørdust so trillrundir, heftu vit okkum ikki við. Stuttligari at ímynda sær frágreiðingina. Ayers Rock Orsøkin til at vit fóru til Alice Springs [...] brotsmenn fyrr, og hesi eru nú 200 ár seinni vorðin til australiarar. Tað er sjálvandi eitt sindur óreint at siga, men hetta leggur tú tó als ikki merki til, tí at øll eru barasta so fitt og blíð allastaðni [...] Australia. Vit flugu inn til Darwin tann 29.12.97, og longu á flogvøllinum sóu vit, hvussu ógvuliga lætt tað var at ferðast í Australia. Vit komu á miðjari nátt, og høvdu ikki væntað at sleppa at sova
prógv sum tað, teir kalla lógtulkarar. Útbúgvingin gevur rætt til at vera próvdómari hjá teimum, sum fara upp til dómarapróvtøku. Teir, sum fara til slíka próvtøku, hava altíð drúgvar royndir í dómarayrkinum [...] gvingin gevur rætt til upplæring av nýggjum dómarum. Heima á landi eru tað bara teir báðir omanfyri nevndu, sum hava hesar báðar útbúgvingarnar. Hjálpsamir danir Venda vit aftur til politisku samanberingarnar [...] Finn Jensen, Jan Carlsen og Henning Sørensen. Samstarvið heldur fram Stendur tað til nýggju lógtulkararnar, so verður ikki kvett á stokkinum, nú føroyskir dómarar kunnu syrgja fyri øllum viðurskiftum heima
tað liðið, sum hevur ábyrgdina av fótbóltsdømingini. Ofta verður tikið til, at tað er torført at fáa dómarar, og at støðið er ikki tað, sum tað átti at verið. Heldur enn á øðrum økjum er fótbóltsdømingin [...] skeið verið hildin kring landið. Málið við skeiðunum hevur verið at fyrireika luttakararnar at fara til dómarapróvtøku. Eitt skeið var í Suðuroy, og har vóru 12 luttakarar, eitt skeið var í Klaksvík, har
fyri einstaklingar er nú komin í helvt, og tað sær út til, at teir tríggir, sum áðrenn kappingina vórðu útróptir til favorittar, allir liva upp til heitið. Tá fýra av teimum tilsamans tíggju umførunum vórðu [...] rættiliga óvanligur í sínum spæli, og tað ger hann eisini til ein av fremstu telvarum í Føroyum, men tað hevur víst seg, at »donsku« telvararnir ikki lata seg taka av bóli av hesum. Móti John Rødgård eydnaðist [...] stigatal, fýra stig, meðan John Rødgård og Heini Olsen hvør í sínum lagi høvdu sett eitt hálvt stig til og høvdu hálvtfjórða stig í part. Flóvin Þór Næs er eisini væl við. Eftir fýra tey fyrstu umførini
heim við einum seinkaðum DSB-tokið, og vóru ikki heima í Keypmannahavn fyrr enn á miðjari nátt. Ætlanin var at avgreiða dystin sunnudagin ístaðin, men heldur ikki tað læt seg gera, tí sjálvt um kavin var [...] bleytur, at ráðiligt var ikki at spæla á honum. Jákup Mikkelsen og Herfølge vóru eisini forðaðir av kavanum. Teir skuldu spæla botndyst móti Århus Fremad á Århus Stadion, men heldur ikki har varð spælandi. Eisini [...] men har var vónleyst at spæla, tí tjúkkur kavi lá á vøllinum. Ferðalagið hjá FCK var annars komið til Aalborg, tí tá teir fóru úr Keypmannahavn tíðliga seinnapartin, vóru boðini úr Aalborg, at har var
»himmalska Jerúsalem«, so er longsulin til tað jørðiska Jerúsalem eisini sera sterkur. Longsulin er tó ikki bara til staðar hjá jødum. Pílagrímar í hópatali ferðast til Jerúsalem, og tað munnu eisini vera [...] mong her á landi, sum kundu ynskt sær at komið til Jerúsalem - og tað serliga á páskum. Hjá teimum flestu verður hetta ikki meir enn ein longsul, men tó ikki hjá øllum. Eyðhild S. Dam av Argjum er ein av [...] tí ikki møguleikan at vera við til alt sum hendi hesar dagarnar. Gingu somu leið sum Jesus Tað var Danska kirkjan í Jerúsalem, ið skipaði fyri teimum flestu tiltøkunum á páskum, sum eg var við til. Kortini
kedd av, at vit ikki verað roknað sum eitt kristið trúarsamfelag, sigur Olav Berg Nielsen frá Jehova Vitnum. Og Roy Philbrow frá Bahai-rørsluni sigur, at ein ikki kann vera Bahai, um hann ikki trýr á Jesus [...] málbrúkinum um tjóðarkristindóm í mun til at tað er hvør einstakur, ið er kristin, og ikki tjóðin. - Eitt nú, eru ikki øll fólkini í einum muhamedanskum landi muhamedanarar. Tað sama er her í Føroyum. Tað [...] at samskipa tiltakið. Kristiligt íslag Tað var Hans Jákup Joensen, biskupur, ið tók stig til at fáa valt eitt ráð, har allir trúðarbólkar í landinum vóru umboðaðir. Í ráðnum eru 10 persónar, sum bæði umboða