Tað verður alsamt arbeitt við at fjølga um tað liðið, sum hevur ábyrgdina av fótbóltsdømingini. Ofta verður tikið til, at tað er torført at fáa dómarar, og at støðið er ikki tað, sum tað átti at verið.
Heldur enn á øðrum økjum er fótbóltsdømingin fullkomin, men tað verður støðugt arbeitt fyri at betra um.
Í vetur hava skeið verið hildin kring landið. Málið við skeiðunum hevur verið at fyrireika luttakararnar at fara til dómarapróvtøku.
Eitt skeið var í Suðuroy, og har vóru 12 luttakarar, eitt skeið var í Klaksvík, har tað vóru seks luttakarar, í Eysturoy vóru 10 luttakarar og í Havnini fýra.
Leygardagin varð skipað fyri próvtøku í Havn. Trettan royndu seg, og ellivu stóðu royndina. Teir vóru Bogi Joensen, Amaliel Jacobsen og Ólavur Jacobsen úr Klaksvík, Jákup Martin Kjeld, Aron Olsen og Hansmar Poulsen av Toftum, Janus Fossdalsá av Nesi, Andreas Petur Hansen og Eirikur Joensen av Skála, Marner Joensen av Oyri og Rúni Vilhelm úr Havnini.
Eygleiðararnir
Tá B68 og VB hittust á Svangaskarði sunnudagin, høvdu nýggju lógtulkararnir saman við teimum trimum dønunum, sum vóru í Føroyum í dómaraørindum, sett dómaraeygleiðarunum stevnu.
Petur Hansen úr Leirvík var svartklæddi maðurin á vøllinum, og hann og teir báðir linjuverjarnir høvdu nógv kritisk eygu vend móti sær.
Málið við felags eygleiðingini var at tryggja, at eygleiðararnir hava somu fatan av, hvat tað er, sum skal eygleiðast, og hvussu hetta skal gerast.