Um neyðugt stevna vit eisini Danske Bank

­ Fyribils fara okkara løgfrøðingar at seta seg í samband við løgfrøðingarnar hjá Landsstýrinum og donsku stjórnini, men um partarnir ikki semjast, mugu vit um neyðugt stevna Den Danske Bank, sigur formaðurin

Dagny Joensen


Fíggingargrunnurin, sum Landsstýrið eigur, er ein av pørtunum, sum kann vænta sær stevning frá Landsstýrinum.

Grunnnurin er eisini beinleiðis partur í málinum, av tí at tað var hann sum sat hinumegin borðið, tá partabærvabýtið fór fram.

Spurdur um Fíggingargrunnurin frameftir einki fór at gera við málið, sigur Knud Heinesen, at støðan hjá grunninum er óbroytt.

­ Tá tað ikki eru útlit fyri at samráðingarnar kunnu verða lidnar áðrenn 30. apríl, tá freistin er úti, er stevningin ein loysn, sigur Knud Heinesen.

­ Vit taka tað sum givið, at stevningin bert verður framd, fyri at fáa fyrningarfreistina burtur og vóna, at tað eydnast Landsstýrinum og donsku stjórnini at fáa samráðingarnar í lag.

Knud Heinesen hevur nú biðið sínar løgfrøðingar seta seg í samband við løgfrøðiligu ráðgevingina hjá Landsstýrinum og hjá stjórnini, fyri at kanna, hvussu Fríggingargrunnurin best kann verja síni áhugamál. Eitt nú, hvussu grunnurin kann tryggja sær at stevningin verður soleiðis orðað, at fyrningarfreistin hjá Fíggingargrunninum eisini dettur burtur.

­ Hetta verður gjørt, fyri at tryggja okkum, at um Landsstýrið og stjórnin ikki koma til eina loysn, so eigur grunnurin ikki verða forðaður í at leggja seg út í málið.

­ Tí fara vit møguliga at stevna í øðrum sambandi, ella um neyðugt, fer Fíggingargrunnurin beinleiðis at stevna Den Danske Bank, sigur Knud Heinesen.