Favorittarnir komnir best frá byrjan

Talv: John Arni Nilssen hevði fult stigatal, fýra stig, tá fýra umfør vórðu telvað av FM-kappingini. Heini Olsen og John Rødgård vóru hálvt stig aftanfyri

FM-kappingin í talvi fyri einstaklingar er nú komin í helvt, og tað sær út til, at teir tríggir, sum áðrenn kappingina vórðu útróptir til favorittar, allir liva upp til heitið.

Tá fýra av teimum tilsamans tíggju umførunum vórðu telvað fyrrapartin týsdagin, hevði John Arni Nilssen fult stigatal, fýra stig, meðan John Rødgård og Heini Olsen hvør í sínum lagi høvdu sett eitt hálvt stig til og høvdu hálvtfjórða stig í part. Flóvin Þór Næs er eisini væl við. Eftir fýra tey fyrstu umførini hevði hann vunnið tvey og telvað tvey jøvn og hevði sostatt trý stig.

Men hildið verður framvegis, at tað verður millum tríggjar teir fremstu, at stríðið fer at standa, eisini tí, at Flóvin Þór Næs enn ikki hevur telvað móti nøkrum av teimum trimum fremstu.

Síðani eru fýra telvarar, sum liggja í miðjuni við hálvumøðrum stigi, og sum longu nú so at siga hava mist FM-møguleikan. Teir eru Jóan Hendrik Andreasen, Ólavur Simonsen, fyrrverandi føroyameistarin Eyðun Nolsøe, og Terji Petersen.

Í niðara enda hevur tað gingið illa í hond hjá Bernhardi Thomsen og Tummas Martini Anthoniussen, sum høvdu tapt øll fýra tey fyrstu talvini.

Í gjár, eftir evstamarkið hjá blaðnum, var so 5. umfar leikt. Mest áhugaverdi dysturin mundi vera millum Flóvan Þór Næs og John Arna Nilssen.

Heini Olsen setti eitt hálvt stig til longu í fyrsta talvinum í kappingini, sum var ímóti Jóan Hendriki Andreasen, meðan John Rødgård í 3. umfari sunnudagin telvaði javnt móti Ólavi Simonsen.

Sum heild sæst tað aftur, at tríggir teir ovastu allir hava telvað nógv í Danmark seinastu tíðina. Ein telvari sum Ólavur Simonsen er rættiliga óvanligur í sínum spæli, og tað ger hann eisini til ein av fremstu telvarum í Føroyum, men tað hevur víst seg, at »donsku« telvararnir ikki lata seg taka av bóli av hesum. Móti John Rødgård eydnaðist tað kortini óortodoksa klaksvíkinginum við at lata eina finnu at ørkymla altjóða meistaran so nógv, at talvið endaði javnt.

Roknast kann við, at spenningurin í kappingini fer at halda sær heilt til endan. Kappingin endar leygardagin, og tá telva John Rødgård og Heini Olsen. Dagin fyri tað, Langa Fríggjadag, eru tað John Rødgård og John Arni Nilssen, og Skírisdag telva Heini Olsen og John Arni Nilssen.