Tað hevur ørkymlað fólk, at Landsstýrið sendi enn eitt skriv til Nyrup Rasmussen 2. apríl, eftir at forsætisráðharrin, ístaðin fyri at fara undir samráðingarnar nú, bað løgmann stevna donsku stjórnina í bankamálinum.
Tá vit tosaðu við Landsstýrið í gjár, varð sagt at teir bíðaðu eftir svari frá Nyrup Rasmussen, men tá einki var frætt úr forsætisráðnum í vanligu skrivstovutíðini, tóku teir í Tinganesi tað sum givið, at nú var bert eftir at stevna í bankamálinum.
Í brævinum skrivar løgmaður »Såfremt regeringen fortsat ikki er indstillet på at indlede forhandlingar og såfremt ikki alle parter senest 6. april 1998 er indstillet på en betingelsesløs udsættelse af forældelsesfristen skal landsstyret hermed meddele, at der vil blive udtaget stævning imod den danske stat samt sagens øvrige partar«.
Hóast fleiri fyrispurningar í forsætisráðnum mánadagin, so var einki ar frætta um, nær Nyrup fór at svara løgmanni, men heldur ikki, at hann ikki fór at svara.
Í veruleikanum var Nyrup Rasmussen staddur á fundi í London mesta partin av mánadegnum.
Hann var bert í Danmark í tveir tímar, meðan dómurin, um brot á Grundlógina, sum Nyrup varð ákærdur fyri at hava brotið, varð lisin upp í rættinum.
Nyrup varð fríkendur í at hava framt brot á Grundlógina, og fór beinleiðis aftur á fund í London.