halda uppat at keypa fisk til fiskavirkini í Vági og í Hvalba. Í hvussu so er, kann staðfestast, at ongin fiskur er á virkinum í Hvalba og í Vági eru tey liðug í dag við tað, tey hava av fiski og har fyriliggur [...] keldur á saltfiskavirkinum í Vági upplýsa, at ongin fiskur verður keyptur meir til virkið í hvussu so er fyribils. Men hvussu verður í longdini er óvist. Suðuroyggin er tað økið í landinum, sum er harðast [...] men nú er so arbeiðið hjá yvir 90 suðuroyingum afturat í stórum vanda. Eini 45-50 fólk hava arbeitt á virkinum í Vági og nakað tað sama í Hvalba. Fiskavirking hevur ov mikið av virkjum norðanfjørðs til
f. Djurhuus, úr Sumba, og Daniel Jacob Berg úr Hvalba. Esmar tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1981 og er lærari í Hvalba. Hann hevur verið limur í nevnd Føroya Lærarafelags frá 1988 til 1997, og [...] hann formaður felagsins frá 1992 til 1997. Esmar er giftur við Elsu Birgittu Petersen, skúlaleiðara í Hvalbiar skúla.
út úr Hvalba í royndini at finna grindina, sum Smyril fráboðaði fyri umleið einum tíma síðani. Men Vilhelm Meyer, grindaformaður á Tvøroyri sigur, at enn er grindin ikki funnin. Annars skiltist í morgun [...] morgun, at grindin ivaleyst verður rikin á Hvalba, um hon also verður funnin. Tað var Smyril, sum boðaði frá grind eystanfyri Suðuroynna í morgun.
Føroya Húsarhaldsskúli í Klaksvík vil fegin vera meira sjónligur í samfelagnum og ikki minst í kappingini um næmingarnar við hinar skúlarnar. Í tí sambandinum hevur skúlin latið gera nýggjan faldara, sum [...] skúlans karmar, leitandi uppeftir í ymsar ættir. Av tí at skúlin er stuðul hjá næmingunum er HSF sett niðarliga í myndina. Tann nógva luftin í búmerkinum merkir eisini at skúlin skal verða rúmsáttur. Fríggjadagin [...] bjóða fram. Men harafturat hevur skúlin eisini fingið nýtt búmerki, sum Miðil hevur gjørt. Tað nýggja búmerkið umboðar tað grøna og sunna í húsarhaldinum. Grasstráið í búmerkinum ímyndar eisini tann búnandi
hava hildið til í Suðuroynni, eins og aðrastaðni. Báturin Columbus hevur ligið á Tjaldavík í vikuvís, og tað sigst, at Bridget Bardot hevur verið á leiðini við Sandvík, Hvalba og Vág í morgun. [...] Grindin liggur í løtuni útfyri Hvalba. Alt økið við sandin er avbyrgt. Og tað er avbyrgt meira enn vanligt er, og øll ferðsla verður beind aðrar vegir, og ørindaleys sleppa als ikki nærhendis. Vælmannað
sum løgdu beinini í Hvalba seinnapartin, skulu býtast. Merkingin er um at vera liðugog sagt verður, at talið á springarum liggur um 450. Jaspur Vang, leiðari í suðurøkinum segði fyrr í dag við in.fo, at [...] býtið fer fram. Hildið var at byrja við, at nógvur springari var ímillum grindina, sum legði beinini í Hvalba, men nú alt er deytt vísir tað seg, at eingin grindahvalur er ímillum.
Í kirkjuni í Famjin hongur fyrsta føroyska flaggið, sum Jens Oliver Lisberg, ein av upprunamonnunum, hevði við til Famjins á sinni. Í morgin, flaggdagin, verður flaggdagshald í Famjin klokkan 15. Borgarstjórin [...] Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, heldur flaggrøðuna. Kirkjukórið Ljómur og hornorkestur luttaka og Famjins Kommuna bjóðar kaffi aftanná í vesturhøll. Vanligi gongu- og rennitúrurin hjá Hvistuni verður [...] verður úr Øravík klokkan 13.I ár er eisini ein túrur á skránni úr Hvalba til Famjins eftir gomlu bygdagøtuni og farið verður úr Hvalba klokkan 10:00.
teir komu umborð á Jóhonnu í øllum góðum. Um seks tíðina í kvøld kom Jóhanna á Hvalba við skurði og monnum. Nú er býtt, onkrir fara at fletta í kvøld, frættu vit úr Hvalba fyri løtu síðan. [...] Tað gekk væl hjá hvalbingunum, at fáa teir 87 seyðirnar umborð á Jóhonnu seinnapartin í dag. Norðanfyri, har teir skipaðu inn, var tó eitt sindur av brimi, so eftir at seyðurin var fingin av oynni og umborð
eftir klokkan 9 legði ein grind beinini í Hvalba. Hesaferð varð grindin hildin til úti í Nesi. Grindin var millum 80 og 100 hval og var funnin um 7-tíðina í morgun í Sandvík. Jaspur Vang, sýðslumaður, sigur [...] grindin flutt yvir á kaiina í Hvalba, og har skal hon merkjast, áðrenn hon verður býtt. Í gjár var grind í Vágum, og hon var 77 hval. Ein bólkur av springarum var sæddur í Leirvíksfirði, men hann slapp
Í kvøld verður forvitnislig tónleikaframførsla í Royn Høllini í Hvalba, har eitt nú Aldubáran og Guðrun Sólja fara at framføra Fyri fyrstu ferð í søguni fer Aldubáran á pall saman við Guðruni Sólju Jacobsen [...] Jacobsen. Hetta verður veruleiki í kvøld, tá ið áhugaverd framførsla fer fram í Royn Høllini í Hvalba. Afturvið tónleikinum verður eisini borðhald. Hinir luttakararnir vera Tróndur Enni og Hjalmar Magnussen