Yvir 90 suðuroyingar í vanda fyri at missa arbeiðið

Tað ljóðar at ongin fiskur verður keyptur til virkið í Hvalba og í Vági. Tilsamans arbeiddu yvir 90 fólk á hesum báðum virkjunum

Fiskaarbeiðið

Tað er stórur vandi fyri arbeiðsplásunum hjá yvir 90 suðuroyingum.
Tað hendir eftir at Fiskavirking hevur yvirtikið Fiskasøluna. Fiskasølan hevur flakavirkið í Hvalba og saltfiskavirkið í Vági og har hava tilsamans yvir 90 fólk havt heilt fitt av arbeiði seinastu dagarnar.
Men vælvitandi keldur vilja vera við, at eitt tað fyrsta, sum Fiskavirking gjørdi, var at halda uppat at keypa fisk til fiskavirkini í Vági og í Hvalba.
Í hvussu so er, kann staðfestast, at ongin fiskur er á virkinum í Hvalba og í Vági eru tey liðug í dag við tað, tey hava av fiski og har fyriliggur onki um at tey fáa meiri fisk.
Tað hevur ikki borið til at fingið fatur á nøkrum á Fiskavirking, men vælvitandi keldur í nánd av Fiskavirking vátta, at ongin fiskur verður keyptur til hesi bæði virkini meir, og hetta fer í hvussu so er at standa við fyribils.
Hesi leysatíðindi verða styrkt av tíðindum á heimasíðuni hjá Suðurrás, har keldur á saltfiskavirkinum í Vági upplýsa, at ongin fiskur verður keyptur meir til virkið í hvussu so er fyribils.
Men hvussu verður í longdini er óvist.
Suðuroyggin er tað økið í landinum, sum er harðast rakt av arbeiðsloysi, men nú er so arbeiðið hjá yvir 90 suðuroyingum afturat í stórum vanda. Eini 45-50 fólk hava arbeitt á virkinum í Vági og nakað tað sama í Hvalba.
Fiskavirking hevur ov mikið av virkjum norðanfjørðs til at arbeiða fisk á, ikki minst saltfiskavirkið á Toftum og tað er tískil lítið sannlíkt, at teir fara at varðveita virkini í Suðuroy.
Hinvegin er laksavirkið í Fuglafirði, sum fiskasølan eisini átti, í frægari støðu, tí har hava tey sáttmálar um levering í næstan eitt ár afturat.