Føroya Húsarhaldsskúli í Klaksvík vil fegin vera meira sjónligur í samfelagnum og ikki minst í kappingini um næmingarnar við hinar skúlarnar.
Í tí sambandinum hevur skúlin latið gera nýggjan faldara, sum greiðir frá skúlanum og teimum lærugreinum hann hevur at bjóða fram.
Men harafturat hevur skúlin eisini fingið nýtt búmerki, sum Miðil hevur gjørt.
Tað nýggja búmerkið umboðar tað grøna og sunna í húsarhaldinum. Grasstráið í búmerkinum ímyndar eisini tann búnandi ungdómin innan skúlans karmar, leitandi uppeftir í ymsar ættir.
Av tí at skúlin er stuðul hjá næmingunum er HSF sett niðarliga í myndina. Tann nógva luftin í búmerkinum merkir eisini at skúlin skal verða rúmsáttur.
Fríggjadagin 27. februar fingu 18 næmingar handað prógv á skúlanum. Tær hava luttikið á einum 26 viku longum skeiðið.