Ógreitt um býtið í Hvalba

Tað er enn ógreitt, hvussu springararnir, sum løgdu beinini í Hvalba seinnapartin, skulu býtast.

 

Merkingin er um at vera liðugog sagt verður, at talið á springarum liggur um 450.

 

Jaspur Vang, leiðari í suðurøkinum segði fyrr í dag við in.fo, at ikki fyrr enn springararnir vóru merktir bleiv støða tikin til, hvussu býtið fer fram.

 

Hildið var at byrja við, at nógvur springari var ímillum grindina, sum legði beinini í Hvalba, men nú alt er deytt vísir tað seg, at eingin grindahvalur er ímillum.