Nakað eftir klokkan 9 legði ein grind beinini í Hvalba. Hesaferð varð grindin hildin til úti í Nesi.
Grindin var millum 80 og 100 hval og var funnin um 7-tíðina í morgun í Sandvík.
Jaspur Vang, sýðslumaður, sigur við Kringvarpið, at nú verður grindin flutt yvir á kaiina í Hvalba, og har skal hon merkjast, áðrenn hon verður býtt.
Í gjár var grind í Vágum, og hon var 77 hval. Ein bólkur av springarum var sæddur í Leirvíksfirði, men hann slapp at fara.