Hvalbingarnir sluppu av Lítlu Dímun í dag

Tað gekk væl hjá hvalbingunum, at fáa teir 87 seyðirnar umborð á Jóhonnu seinnapartin í dag. Norðanfyri, har teir skipaðu inn, var tó eitt sindur av brimi, so eftir at seyðurin var fingin av oynni og umborð á Jóhonnu, fóru teir tólv mennirnir til gongu suðurum, har kyrt var, teir komu umborð á Jóhonnu í øllum góðum.

Um seks tíðina í kvøld kom Jóhanna á Hvalba við skurði og monnum.

Nú er býtt, onkrir fara at fletta í kvøld, frættu vit úr Hvalba fyri løtu síðan.