sær fyrstu ferðina, landsliðið royndi seg í undankapping, eftir at hann í januar í ár tók landsliðsábyrgdina á seg. At siga, at hann sat leikbannið av sær, er so nógv sagt, tí hann stóð alla tíðina fram [...] vita alt um fair play, men at hann metti ikki, at støðan, sum bar málið við sær, var ein støða, har tað var upplagt at geva mótpartinum bóltin. Vit kunnu bara staðfesta, at um hetta er veruliga áskoðanin [...] aftur og aftur yvir til venjaran at tosa við hann um, hvat nú var til ráða at taka, og sum 2. hálvleikur leið gjørdust hesar útferðirnar alt títtari. Á tíðindafundinum aftaná at alt var yvirstaðið, var 58 ára
tá høvdu einglarnir flent. Og eg fari heldur ikki at siga, at tað kortini var væl meint, at eg var í góðari trúgv. Men bara hetta eina havi eg tá at siga: Harri, náða meg neyðars syndara!« Og Küng leggur [...] antin við tøkk at taka ímóti tí óuppibornu gávuni ella í vantrúgv at havna henni. Men vit kalla eisini nakað at vera í góðari trúgv, og tað merkir, at kanska er tað ikki heilt, sum tað eigur at vera, men tað [...] aði uppreisnina, at hann læt trúnna koma av trúgv. Uppreisnin skuldi ikki vera, at hin krossfesti og deyði reis úr grøvini, men at lærisveinarnir aftur komu til trúgv á hann, eftir at teir langa fríggjadag
hevur verið noyddur at latið seg skifta út í onkrum av dystunum, men hann hevur so ikki vant nakað í vikuni. B36 hevur vunnið allar dystirnar í seinnu helvt og eru eisini favorittar at vinna á Tvøroyri í [...] Jóannesi Jakobsen, sum helst ikki man fara at broyta stórvegis upp á liðið, sum vann 4-2 á GÍ fyri tveimum vikum síðani. VB hevur framvegis Intertoto-luttøku at spæla fyri, men í løtuni eru teir fimm stig [...] úr Danmark beint áðrenn Sumba-dystin og hevur vant við fullum seglum síðani tá. Úr Runavík siga teir annars, at steðgurin, sum nú hevur verið í landskappingini, er komin væl við hjá teimum, og fleiri av
um báðar teir stóru varðarnar, ið standa á Skarðinum, har er helst ikki meira at siga, enn at fólk hava verið óføra røsk at leggja síni klípi í. Komin niðan á Háls, og undir tær liggur hin væni Góðadalur [...] ein primus, sum enn verður nýttur at kóka við, tá fjallgonga er. Hetta elvdi til, at steðgað varð eina góða løtu, tí fleiri høvdu eitthvørt hugaligt og spennandi at siga frá. 1957 seinasta árið vit skóru [...] Dagurin er nú so nógv liðin, at skulu vit verða á Skarðinum kl. 16, so er at siga takk fyri ein góðan og hugnaligan dag í einum av okkara stóru og vøkru dølum. Avgjørt varð at ganga torvgøtuna hjá hellufólki
Hyggja vit at Svøríki, so er tað møguligt hjá rithøvundum har at fáa legatir upp í fimm ár, so teir kunnu fáa frið at skriva. Í Danmark og Noregi eru áleið somu skipanir galdandi. Og hyggja vit at Íslandi [...] heima. Eg haldi kortini, at tað átti at verið so, at samfelagið beinleiðis stuðlaði teimum, ið hava víst serligar listagávur. Her hugsi eg serliga um ung listafólk, ið hava víst, at tey duga. Vit hava ein [...] ikki. ? Líka sum tú rindar lærarum fyri at læra frá sær, granskarum fyri at granska, og líkasum tú hevur fingið eina umsiting, har fólk fáa løn fyri at fáa alt at rigga, so haldi eg, tað hevði onki gjørt
allir góðar møguleikar fyri at skora á ymsum tíðum í dystinum, áðrenn HB kom upp á 3-1 og avgjørdi dystin. Hinvegin ber tað ikki til at siga, at HB ikki hevði uppiborið at vunnið, tí um nakað av liðunum [...] av ongum Nú var 2-1, og ein hevði varhuga av, at um útiliðið fór at fáa eitt mál afturat, kundi verða galin endi hjá heimaliðnum. Men tað er ikki av ongum, at HB er á odda í 1. deild. Teir lótu ikki B68 [...] allar møguleikar fyri at ogna sær sítt fyrsta meistaraheiti síðani 1990. Fyri eitt sigursvant felag sum HB eru átta ár uttan FM-gull sera leingi at bíða, men alt bendir nú á, at um tríggjar vikur er bíðitíðin
fylgja væl við B36 í stríðnum um silvurkrónurnar. At spæla móti VB á Vágseiði verður altíð mett sum torfør uppgáva. Tað plaga klaksvíkingar eisini at siga, men hesa ferð komu teir so væl frá tí, sum sjáldan [...] sligið seg til tols við, at í ár flyta teir ikki niður, og í ár vinna teir sær ikki rætt at taka lut í altjóða fótbólti komandi ár. Kurt í hopla Eyðun Kjærbo hevði til uppgávu at ansa Kurt Mørkøre, sum aftur [...] sendi framvið málverjanum. Eftir steðgin var týðuligt, at royndu klaksvíkingarnir vóru nøgdir og brúktu nógva tíð at spæla bótlin millum sín. VB royndi at koma afturíaftur, men viljin og sinniliga yvirskotið
ikki at fella eina danska javnaðarstjórn. Hetta var ein av grundunum til, at Poul Nyrup Rasmussen kundi sama kvøldið í formansumfarinum siga, at hann nú fór til drotningina at boða henni frá, at stjórnin [...] fór fram í Føroya Banka. Tað var tí umráðandi at fáa gjørt vart við, at vit í hesum málum ikki drógu eina og somu línu. Vit løgdu tí út við at siga, at eitt føroyskt javnaðarumboð á Fólkatingi vildi ikki [...] okkara passiva støða, at borgarligi vongurin við stuðli frá Óla Breckmann verður so sterkur, at hann kann fella lógaruppskot o. l., sum koma frá stjórnini. Á henda hátt ber til at siga, at okkara passiva støða
hetta umboð fyri eitt fáment úrvalslið av rætttrúgvandi sambandsfólkum at vera farin so langt, at hann var sinnaður »at ganga líka at loysingini« um bara hann fekk eina samgongu við fólkaflokkin! Hevur nakar [...] trygga verja og borgan fyri ríkisfelagsskapinum um at glíða út í politiska myrkri. Hvat var so til at taka? Jú, ivaleyst hevur onkur tutlað Edmundi í oyra, at nú máttu gamlir fíggindar blíðkast og harumframt [...] grundini at sita og samráðast um samstarv við ein flokk, sum man hevði eina so djúpa andstygd fyri, hugsaði ein við sær sjálvum. Tað eydnaðist so Edmund Joensen at forpesta samráðingarnar so mikið, at støðan
barnabók? - Sum barn minnist eg, at eg ofta gjørdi mær tankar um vaksin, og tað royni eg at mynda í mínum bókum. Fyri at børn skulu tíma at lesa er tað týdningarmikið, at søgan hongur saman og at hon er góð. Eg [...] barnabókahøvundar eiga at hava onnur fyrilit, enn at hava í huga, at ein barnabók altíð skal hava ein góðan enda. - Tá ið hugsi um tær bøkurnar, eg las sum barn, minnist eg, at mær dámdi ikki tær bøkurnar, sum [...] og fer burtur av at skriva. Hon hevur fingið uppgávuna frá Grímu at skriva ein leik, sum skal setast upp í vetur. Og hon hevur fingið ein mánaða at skriva leikin. - At seta seg niður at skriva soleiðis