Virðiligast um hvørgin blandaði seg

Jóannes Eidesgaard vildi hava landsstevnuna at siga sína hugsan um støðu sína í Fólkatinginum. Sjálvur helt hann virðiligastu loysnina vera, at hvørgin av føroysku fólkatingsmonnunum blandaðu seg í danskan politikk

Niðanfyri prenta vit brot úr formansfrágreiðingi, sum Jóannes Eidesgaard helt á landsstevnu Javnaðarfloksins


Í einari stuttari gjøgnumgongd av donsku sosialdemokratisku søguni sigur Erling Olsen soleiðis, at hóast flokkurin til ymiskar tíðir hevur havt ymiskar støður, so er tó ein reyður tráður felags.

Øll kenna vit tiltiknu orðini hjá Krag á sinni, "at man har et standpunkt, til man tager et nyt." Men politiski veruleikin broytist, og tískil broytast politisku støðutakanirnar eisini. Orðini hjá Krag vórðu fyri hørðum ábreiðslum, tá tey vórðu søgd, og hetta av røttum, men eftirtíðin hevur gjørt hesi orð til skilaorð.

Víðari sigur Erling Olsen, at hesin reyður tráðurin í øllum sosialdemokratiskum støðutakanum er tann humanistiska sosialisman, har


- øll menniskur hoyra saman og hava ábyrgd hvør fyri øðrum,

- okkara felags ábyrgd er serliga sterk fyri teimum veikastu, og

- vit skulu verja tey virðir, sum ikki kunnu málast í pengum.


Landsstevnan flutt

7. og 8. novembur í fjør hildu vit landsstevnu í Trongisvági, meðan vit í fjør vár høvdu landsfund í Klaksvík. Hetta komst av, at flokslógin varð broytt til, at landsfundurin skuldi haldast um heystið í staðin fyri um várið.

Orsøkin er hon, at nú eru vit í byrjanini av tingsetunu, tingarbeiðið er um at taka seg upp, tingmenn eru nú fúsir at fara til verka, so tey hugskot og góðu ætlanir, sum koma fram á landsfundinum, kunnu beinleiðis gerast partur av politiska gerandisdegnum.

Tí er tað sera umráðandi, at limirnir nýta hetta høvið til at bera síni sjónarmið fram, so landsstevnan kann geva tingmonnum og øðrum inspiratión til tað politiska yrkið.


Sjógvur millum flokkarnar

Vit hava síðan seinasta landsfund havt ikki færri enn tvey val, og tí hava flokkurin, starvsnevnd, floksleiðsla og limafeløgini verið sera virkin. Ein hópur av fundum hevur verið, har serligur dentur hevur verið lagdur á tað valupplegg, sum flokkurin hevur lagt fram fyri fólkið.

Alt hetta tilfar er lagt við sum skjal til formansfrágreiðingina, og er tað ætlanin, at hetta skal verða grundarlagið fyri einari nýggjari virkisskrá.


Fókatingsvalið

Rættiliga óvæntað kom fólkatingsvalið fyri løgtingsvalið. Við bert 3 vikurs

freist varð valið útskrivað til at verða 11. marts.

Sum vera man, vildi Javnaðarflokkurin gera alt fyri at vinna umboðanina aftur, sum flokkurin misti í 1994. Men skuldi vit gera tað, so varð neyðugt, at vit løgdu sjógv imillum okkum og danska Javnaðarflokkin, tí tað var júst tætta sambandið, sum vit vórðu revsaðir fyri í 1994.

Danska javnaðarstjórnin sat við ábyrgdini frá januar 1993, og hevði sostatt ábyrgdina av nøkrum av teimum óhepnu loysnunum í m. a. føroyskari fiskivinnu og fiskiídnaði, sum vórðu tvingaðar niður yvir føroyingar í kreppuárunum. Men fyrst og fremst sótu teir við ábyrgd, tá partabrævaumbýtið fór fram í Føroya Banka.

Tað var tí umráðandi at fáa gjørt vart við, at vit í hesum málum ikki drógu eina og somu línu.

Vit løgdu tí út við at siga, at eitt føroyskt javnaðarumboð á Fólkatingi vildi ikki gerast partur av tingbólkinum hjá Socialdemokratínum. Hetta hevur annars altíð verið vanligt. Harnæst søgdu vit, at vit ikki vildu gerast partur av donskum innanríkispolitikki.


Settu trý

mál sum treyt

Úrslitið varð, at Javnaðarflokkurin við 22,7% av atkvøðunum gjørdist næststørsti flokkur og fekk mannin valdan.

Valkvøldið gjørdist á mangan hátt eitt sera spennandi kvøld, tí munurin millum vinstravongin og høgravongin gjørdist so tættur. Vinstravongurin saman við grønlendska umboðinum úr Siumut taldi 89, og høgravongurin saman við føroyska fólkafloksumboðinum og grønlendska umboðinum úr Attasut taldi eisini 89. Sostatt kom okkara umboð at verða tungan á vágskálini og gera av, hvør fekk stjórnarvaldið.

Vit boðaðu valkvøldið frá, at hóast vit ikki fóru upp í tingbólkin hjá Socialdemokratínum, og hóast vit ikki vildu verða partur av donskum innanríkispolitikki, so fóru vit ikki at fella eina danska javnaðarstjórn. Hetta var ein av grundunum til, at Poul Nyrup Rasmussen kundi sama kvøldið í formansumfarinum siga, at hann nú fór til drotningina at boða henni frá, at stjórnin varð sitandi.

Javnaðarflokkurin hevði viku seinni fund við umboð fyri danska Javnaðarflokkin. Her søgdu vit frá, at vit ynsktu trý mál loyst. Hesi vóru bankamálið, skuldarspurningin og ríkisrættarligu viðurskiftuni. Vit gjørdu somuleiðis greitt, hvussu vit vildu hava hesi mál loyst.


Virðiligast at

hvørgin blandar seg

Støðan millum báðar flokkarnar hevur av áðurnevndu orsøkum verið rættiliga spent seinastu árini. Hetta kom kanska serliga til sjóndar í samband við formansvalið í Fólkatinginum, har okkara passiva støða gjørdi, at vinstramaðurin varð valdur fram um ein javnaðarmann.

Men allar ósemjur hava sína livitíð, og einaferð fyrr ella seinni mugu viðurskiftini normaliserast so ella so.

Av tí, at so stutt er millum báðar síðurnar í Fólkatinginum, so ger okkara passiva støða, at borgarligi vongurin við stuðli frá Óla Breckmann verður so sterkur, at hann kann fella lógaruppskot o. l., sum koma frá stjórnini. Á henda hátt ber til at siga, at okkara passiva støða óætlað fær eina ávirkan, um vit vilja tað ella ei.

Mest virðiliga loysnin var, um bæði føroysku umboðini tóku støðu um ikki at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk: Hetta var tað mest virðiliga fyri føroyingar og fyri Føroyar. Men so verður neyvan, tí støðan, sum nú er, ger, at Óli Breckmann betur fær útinnt sín málsetning um at "bekæmpe socialismen.". At hann so eisini er partur av einari samgongu, sum ynskir Føroyar sum eitt land við fullveldi, t.v.s. leyst av Danmark, forðar ikki honum í at leggja seg úti reinan danskan innaríkispolitikk.

Eg vil fegin hava viðmerkingar frá fundinum til hetta málið.