stilt, sum tað var. Men arbeiðssteðgurin verður neyvan av nøkrum kortini. Tí stutt eftir at løgmaður hevði fingið brævið setti umboð fyri Fíggjarmálastýrið seg í samband við formannin í Sjúkrasystrafelag [...] Arbeiðssteðgurin hjá Starvsmannafelagnum hevur nú staðið við í meiri enn eina viku og tað merkir, at fólk, sum hava sína dagligu gongd í Fíggjarmálastýrinum ikki er sloppið til arbeiðis hesar dagarnar [...] tíggju feløg nú vorðin so troytt av, at tey hótta við verkfalli. Í einum brævi til løgmann siga feløgini, at: »Limir okkara hava sett seg í samband við okkum, og hava gjørt okkum greitt, at teir eru ikki
skaða í rygginum, og tað er framvegis óvist, nær hann verður klárur aftur. Ungi Pól N. Joensen royndi seg í fyrsta dystinum í steypakappingini, og leygardagin stóð Tróndur Vatnhamar í málinum. Í fjør bæði [...] verður tað í innanhýsis uppgerðunum millum B36 og NSÍ, at tað verður tættast og at spælararnir tískil fáa bestu dystarvenjingina. Sumbingar vóru á longstu fótbóltsferðini í nýggjari tíð í Føroyum í páskavikuni [...] spældu í Leirvík týskvøldið og í Gundadali mikukvøldið. Í Leirvík taptu teir 3-0, eftir at teir í hálvleikinum høvdu verið aftanfyri við einum máli. Hóast tað vóru møguleikar báðar vegir, so var einki at
kappingarførið hjá heilagu vinnuni versnar, lønirnar eru alt ov høgar í Føroyum o.s.fr. Hetta er jú lygn úr enda í annan. Lønirnar í hinum Norðurlondunum eru munandi hægri enn okkara. Tí loysir tað seg [...] og Fólkaflokkurin á síðulinjuni á politiska fótbóltsvøllinum og gníggja sær í hondunum í vón um, at Tjóðveldisflokkurin fer í skeljasor og við honum eisini fullveldishugsjónin. Tó er vert at leggja til [...] Og her á landi verða einans friðarlig vápn brúkt í verkfalli. Ikki sum so manga aðrastaðni, har kanska maskinbyrsan og annar tramansskapur verður tikin í nýtslu. Onkur tók til undir arbeiðssteðginum: »Vit
kærleiksrót3 í 1996 í Elduvíkar kirkju. 4. At ein kvinnuligur prestur fekk loyvi at prædika við t a regluligu guðstænastuna í Fuglafjarðar kirkju í 1998. Slíkt kann virka til at klovningur kemur í kirkjuliðið [...] lisnar í okkara prestagjaldi, sjálvsagt í samsvari við Guds orð«. Sum biskupurin og hinir prestarnir í føroysku kirkjuni hevur eisini tykkara prestur í prestalyftinum lovað, at »leggja sær nær við at prædika [...] meg, at tit í kirkju okkara vilja skapa umstøður, sum gera tað møguligt at útihýsa heimamissiónsprædikuni úr ávísum kirkjum í Føroyum. Tá einki umboð er viðmerkt á skrivinum frá kirkjufólki í Leirvík, fari
Av teimum trimum var tað kinverska tilboðið tað lægsta, síðani kom tað norska, meðan tað føroyska var tað hægsta av teimum trimum. Málið, sum var til viðgerar í tinginum í gjár var ein eykajáttanarlóg [...] skipið verður bygt í Føroyum, bæði fyri at varðveita kunnleikan í Føroyum og fyri at halda peningin í landinum. Men verður uppskotið hjá meirilutanum samtykt, so verður skipið bygt nú - í Noregi. [...] landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum biður um eina meirjáttan uppá 16 mió. krónur til bygging av nýggjum vaktarskipi. Hetta er peningurin, sum var ætlaður til í fjør, men sum kortini ikki var brúktur. Afturat
er hann púra samdur við Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra, og Sámal Petur í Grund, formann í sjálvstýrisflokkinum og lim í fíggjarnevndini, at tað sostatt er ongin vegur uttanum skerjingar og uppsagnir [...] skjótt, hon fer at minka, ella nær, hon fellur heilt burtur, vita vit onki um. ? Men tað er nógv, sum bendir á, at skiftistíðin verður ikki so long, sum onkur í Føroyum vil halda. Bjarni Djurholm sigur [...] milliónir út afturat í lønum. ? Men tað er bara tí at alt er við okkum, bæði fiskiskapur, prísir og renta. ? Beinanvegin tað fer at ganga hinvegin verður galið. ? Tí hava vit ikki ráð til hetta í longdini. ? Hvussu
din í gjár vitjaði hon MBF-húsið í Tórshavn og seinni á kvøldi var hon í Leirvíkar Skúla og greiddi frá. Skráin fyri kunnaravitjanina er annars soljóðandi: í morgun kl. 10.00 ? Runavíkar Skúli. Í dag kl [...] stuttligar at uppliva. Hon var úti í Nólsoy við Charles Gade sunnudagin, og tað var eitt satt vælsignilsi hjá einum blindum at ganga í billeysari bygd. Blindahundurin hjá Rikke var eftir á Flatlondum..! Eftir [...] Í sambandi við áhugaverda vitjan úr Danmark, skipaði Føroya Blindafelag fyri tíðindafundi í Norðurlandahúsinum fyrrapartin í gjár. Tað er hin 28 ára gamla Rikke Nielsen, ið arbeiðir sum kunnari hjá Donskum
klaver, har gullplátan var í. Tá hon kom til Onglands, tóku tollararnir og kannaðu klaverið og tóku tað sundur. Tað eydnaðist í síðstu løtu at savna tað aftur, men Elton John var ikki fegin. Seinni fekk [...] skeivleikan í hennara atburði. Hon visti ikki hvat var galið, hon vildi bert gera okkurt serligt burturúr. Men tað vísti seg, at hann var firtin, tí hann kundi ikki fáa klaverið at passa inn í sítt savn [...] hava starvast í 9 ár sum PR-stjóri hjá fleirtjóða plátufelagnum Polygram. Í dag rekur hon sína egnu fyritøku. Fitt av tónleikarum, útgevarum og áhugaðum annars, høvdu leitað sær niðan í útvarpshøllina
ítróttin í Føroyum, so leingi einki er at venja á í Havn. ? Eg skal ikki siga, at tað er hvønn dag, men tað er sera ofta, at fólk, sum hava áhuga fyri at íðka frælsan ítrótt, koma til mín og spyrja, nær tey [...] at verða settur aftast í røðina. Vit hava fýra fótbóltsvøllir í høvuðsstaðnum, og eg ivist ikki í, at um vit høvdu somu umstøður sum fótbólturin, høvdu vit vunnið heiðursmerki í altjóða kappingum, sigur [...] okkum er lítið, hava vit nógv gott ítróttarfólk her í landinum. Og bæði norðmenn og íslendingar hava í seinastuni gjørt vart við seg í heimselituni í renning. Kunnu teir, kunnu vit eisini. Men vit hava
Teodor í kuvøsu. Tann minsti, Birgir, vigaði 2110 gramm og var 47 cm langur. Miðlingabeiggin, Tórur, vigaði 2240 gramm og var somuleiðis 47 cm langur. Og tann størsti, Teodor, vigaði 2355 gramm og var 48 cm [...] vóru dreingir. Ivamál var eina løtuna, men eg ivaðist ikki í, at teir vóru dreingir. Sjáldsamt Tað er ikki á hvørjum degi, at tríburðar verða føddir. Nøkur fá tríburðapør eru í Føroyum, og teir yngstu, ið [...] eru líka ella í líknandi litum. Um eg fari at lata teir í eins klæði, veit eg ikki. Vit hava einki keypt av nøkrum - uttan eitt seyðaskinn at leggja teir allar á. Eina ferð fara allir í føroyskan búna