- Eingin hevði væntað hetta. Tað er slett ikki nakað, ið man hugsar kann henda. Svøríki er eitt lítið land í Norðurevropa, og samfelagið hevur eisini tikið móti nógvum flóttafólkum, so man skuldi trúð [...] trúð, at fólk hava eina góða mynd av Svøríki. Tað sigur Inna Törnroos, ið býr í Stokkhólm, og leggur hon dent á, at tað er ómøguligt at siga hvør hevur framt álopið. - Tað kann vera, at tað er onkur svakur [...] svakur persónur sum Breivik, ið hevur framt álopið, sigur Inna Törnroos. Inna Törnroos sigur, at har hon er valdar friður, tí allur kollektivur trafikkur er steðgaður. - Fólk sleppa ongan veg, tí alt er steðga
Arbeiðsmarknaður Landsstýrismaðurin segði, at landsstýrið hevði ynskt, at sáttmáli varð gjørdur fyri tvey ár fyri at sleppa undan, at ein arbeiðssteðgur lá og hótti á hvørjum ári. Men tíðliga hósmorgunin [...] drúgvan arbeiðssteðg Bárður Nielsen segði, at orsøkin, til at hann góðtók ein eitt-ára sáttmála, var hon, at um hann ikki gjørdi tað, so var vandi fyri, at verkfallið helt fram í drúgva tíð, og alt landið [...] so glaður um, segði Bárður Nielsen. Bárður Nielsen vildi ikki taka dagar ímillum, hvør av pørtunum hevði givið seg mest. - Tað kann eg ikki siga, men tað er nú altíð so við samráðingum, at tá ið komið er
gerst alsamt meiri týðuligur, fór hon niður á knæ, soleiðis at tað var lættari hjá teimum gomlu at práta við hana og síggja í eyguni á henni. At Krúnprinsessan hevði hugtikið tey gomlu, var einki at ivast [...] innar í kommunuhølini, søgdu fleiri av teimum gomlu, at hatta var ein fantastisk krúnprinsessa: - Hon er so almindilig og er einki hóvasták burtur úr sær sjálvari, søgdu fleiri teirra.
mið í Vágum, søgdu tey, at Alma var væl fyri. - Tá ið hon vaknaði, spurdi hon, hví vit ikki høvdu vakt hana fyrr í morgun. Jú, lagið er gott. Hon er ógvuliga glað, serstakliga takksom og væl fyri í morgun [...] eftirkomarum. Hon eigur nevniliga 26 ommubørn, 62 langommubørn og 11 oldurommubørn. Góðar hendur Sum flestar kvinnur tá á døgum var Alma Frederiksen heima øll árini, eftir at hon var gift og hevði fingið børn [...] at taka sær av. Men á ungum árum var hon í Havn og lærdi tað, sum tey tá á døgum róptu "sløjd". Hon lærdi at binda eitt nú kurvar, stólar og borð úr bambus, og hon tók eisini tað óvanliga stigið tá á døgum
leggja á youtube, høvdu leitað sær til Havnar á ólavsøku í dag. "Vit komu í gjár til Ó konsertina. Hon var fín, men ikki so nógv fólk. Vit komu tó mest fyri at lurta eftir Páll Finnur Páll, sum vóru genialir" [...] øllum komin fyri at hyggja eftir damum. Vit hava so nógvar flottar gentur her í Føroyum, so tað er torført ikki at hyggja. Annars eri eg eisini komin fyri at lurta eftir tónleiki," sigur Klæmint. "Jújú, eg
sambandi við uppskot um uppihaldspening, og hæddarpunktið í orrustuni var 6. mai, tá Finnur Helmsdal hevði eitt lesarabræv um floksfelaga sín í landsstýrinum. Hvassar skuldsetingar Finnur Helmsdal segði m [...] tingmaður fyri sama flokk. - Stríðið onga ávirkan Finnur Helmsdal sigur um orrustuna í mai mánaði, at hon ikki fær nakra ávirkan á avgerð hansara. - Eg eri fólkavaldur og havi tískil eina ábyrgd yvir fyri [...] áðrenn Annita varð sett. Afturat hesum kann aðrastaðni í blaðnum lesast, at Finnbogi Ísakson eisini hevði møguleikan at gerast nýggjur mentamálaráðharri, tí meiriluti var fyri hesum í tingbólki Tjóðveldisfloksins
ga burðardygd, og har atgondin til vinnuna á ein ella annan hátt verður meira marknaðarbasera enn hon er í dag. Hetta kann venda gongdini í okkara høvuðsvinnu, sum í dag í stóran mun er merkt av stagnatión [...] sambært teimum sáttmálum, sum eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðanum. - Visti tú ikki betur, so hevði tú trúð at tað var lygn. Samgongan tók ikki undir vi uppskotinum, tí onkur av reiðarunum, sum hava
Malan Eyðunsdóttir er lærari og hevur mangan skrivað um viðurskifti, sum hava við kynslívið at gera. Hon heldur tað er frálíkt, at Marjun Arge Simonsen hevur tikið stig til uppslagið, sum in.fo skrivaði um [...] barnslig. Les eisini: Nú eita kynsgøgnini "pitta" og "pittur - Eg skilji væl, at tað hevur verið sera torført at finna fram til, júst hvørji orð skulu brúkast, tí tey flestu orðini eru kanska ikki so neutral [...] Marjun vil fegin sleppa undan orðinum "piss", og har eri eg ikki heilt ósamd, sigur Malan Eyðunsdóttir. Hon heldur tó, at orðini "pitta" og "pittur eru heldur løgin. - Tá eg hoyrdi orðini hugsaði eg, at tey
tær til, um nú eingin flakavinna var her á landi? - Um tað hevði verið so, hevði tað fingið sera óhepnar fylgjur fyri alt samfelagið. So hevði alt steðgað upp, eru tær samdar um. Alt kann ikki gerast og [...] út at arbeiða, sigur Hildigun, sum annars hevði gingið heima, meðan børn hennara vóru smá. Tað var ikki fremmant fyri henni at arbeiða í fiski, tí tað hevði hon gjørt í heimbýi hennara, Klaksvík, og fekk [...] Leo Johannesen verða stórar bygnaðarbroytingar at síggja í vinnuni, tí hon er ikki nýmótans og skapar heldur ikki tey virði, ið hon eigur. Ein annar møguleiki, sum hevur verið nevndur er, at ein so at siga
vinna bronsu. Eg havi vant saman við honum upp til OL, sigur Pál og leggur afturat. «Eg hevði angra tað um eg ikki hevði verið her. Hetta var hóast alt ein OL finala við heimsmetið upp á meiri enn trý sekund [...] finaluni frammanfyri 17.000 áskoðarum í Aquatic Center. Øll ynski um at hetta var taktikkur og at Pál hevði ein endaspurt fánaðu burtur so hvørt hann bleiv yvirhálaður av monnum, sum hann helst burdi kunna [...] svimjingini í Aquatic Center í Olympisku parkini. Svimjihøllin er nýggj og tekur áleið 17.000 áskoðarar. Hon er upp á allar mátar fyrsta floks og sjálvt um ein situr langt uppi, so sæst væl oman í sjálvan hylin