- Hevði ikki væntað hetta

- Eingin hevði væntað hetta. Tað er slett ikki nakað, ið man hugsar kann henda. Svøríki er eitt lítið land í Norðurevropa, og samfelagið hevur eisini tikið móti nógvum flóttafólkum, so man skuldi trúð, at fólk hava eina góða mynd av Svøríki.

Tað sigur Inna Törnroos, ið býr í Stokkhólm, og leggur hon dent á, at tað er ómøguligt at siga hvør hevur framt álopið.


- Tað kann vera, at tað er onkur svakur persónur sum Breivik, ið hevur framt álopið, sigur Inna Törnroos.


Inna Törnroos sigur, at har hon er valdar friður, tí allur kollektivur trafikkur er steðgaður.


- Fólk sleppa ongan veg, tí alt er steðga upp. Maðurin er akkurát komin heim, og varð hann noyddur at ganga allan vegin úr býnum. Vanliga hoyra vit tok, bussar og annað her, men nú valdar totalur friður, sigur Inna Törnroos.


Inna Törnroos vísir á, at trygdarknappurin hjá Facebook, ið loyvir fólkum skjótt og ómakaleyst at vísa vinum at tey eru trygg, er eitt gott amboð hjá fólkum.


- Tað ger, at fólk ikki nýtast at stúra fyri vinum og familju, tí tey síggja á Facebook, at tey eru trygg. Tað er eitt gott og effektivt amboð, sigur Inna Törnroos.