Arbeiðsmarknaður
Landsstýrismaðurin segði, at landsstýrið hevði ynskt, at sáttmáli varð gjørdur fyri tvey ár fyri at sleppa undan, at ein arbeiðssteðgur lá og hótti á hvørjum ári. Men tíðliga hósmorgunin góðtók hann ein tvey-ára sáttmála, tí hann kundi staðfesta, at Starvsmannafelagið ikki var at vika í spurninginum um longdina á sáttmálanum.
Ikki ráð til drúgvan arbeiðssteðg
Bárður Nielsen segði, at orsøkin, til at hann góðtók ein eitt-ára sáttmála, var hon, at um hann ikki gjørdi tað, so var vandi fyri, at verkfallið helt fram í drúgva tíð, og alt landið lá lamið. Tað hevur landið ikki ráð til, helt fíggjarmálaráðharrin.
Í hesum sambandi nevndi Bárður Nielsen eisini, at undan næstu samráðingunum komandi ár, skal arbeiðast við, at strandfaraskipini ikki liggja í sambandi við ein arbeiðssteðg eina aðru ferð.
- Nú er tað soleiðis, at landsstýrið heldur tað verða ógvuliga óheppið, at tað skal raka soleiðis, hvørja ferð ein arbeiðssteðgur er, ikki bara í hesum førinum, men eisini á privata arbeiðsmarknaðinum. Tað vísir seg altíð, at tað sum heild er útjaðarin, ið verður raktur, og eg vænti, at tað verður okkurt gjørt við hetta undan samráðingunum næstu ferð, og vónandi verður tað gjørt í samstarvi við fakfeløgini, segði Bárður Nielsen.
Tíbetur ikki fyri tingið
Fíggjarmálaráðharrin segði seg fegnast um, at tað slapst undan at leggja ósemjuna fyri løgtingið, tí tað er ongantíð gott.
- Sjálvandi er tað best, um partarnir sjálvir koma til eina loysn, men støðan var blivin soleiðis, at partarnir ikki kundu semjast um at seta niður aftur til samráðingar, og tískil vistu vit ikki, hvussu leingi arbeiðssteðgurin kundu vara, og tí var gjørt klárt at fara í tingið við málinum. Eg rokni eisini við, at tað var tað, ið skundaði undir, at farið var aftur til samráðingarborðið, og tað fegnist eg um, hóast tað kanska eru viðurskifti í sáttmálanum, sum eg hóast alt ikki eri so glaður um, segði Bárður Nielsen.
Bárður Nielsen vildi ikki taka dagar ímillum, hvør av pørtunum hevði givið seg mest.
- Tað kann eg ikki siga, men tað er nú altíð so við samráðingum, at tá ið komið er mál, kunnu vit staðfesta, at hetta er tað, ið vit kundu koma ásamt um í hesum førinum, segði Bárður Nielsen.