- Hevur verið siðvenja í 15 ár

- At vit rinda løn, meðan verkfallið er, er einki nýtt, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu, er ikki blíður móti Fíggjarmálaráðnum og Lønardeildini í skrivi á heimasíðuni hjá kommununi í dag. Borgarstjórin heldur fyri, at tað er ein til høvi uppfunnin siðvenja, sum hann sigur seg vóna, at Kristina Háfoss stendur aftanfyri, og ikki Lønardeildin.

 

Men Kristina Háfoss sigur við Miðlahúsið í dag, at hendan útsagnin má standa fyri rokning hjá Torbjørn Jacobsen, tí tað er als ikki satt, at hetta er nakað nýtt.

 

 

 

 

Les eisini: Lønardeildin stýrd av partapolitikki 

 

 

- Sambært Lønardeildini er tað soleiðis, at man í seinastu 15-20 árini hevur havt sum siðvenju, at landið leggur lønina út og so hevur man funnið eina loysn, tá ið verkfallið er liðugt. Hetta við antin at mótrokna hjá tí einstaka, ella við at avtala við fakfelagið, hvussu man fær peningin afturgoldnan, sigur Kristina Háfoss.


 

 

Víðari sigur hon, at tað hevði verið løgið, um man valdi at broyta mannagongdina nú mitt í einum verkfallið. Torbjørn Jacobsen heldur eisini fyri, at tað nú er eyðsýnt, at Lønardeildin handlar út frá politiskum áhugamálum hjá sitandi fíggjarmálaráðharra. Men eisini hesum afturvísir Kristina Háfoss.

 

 

 

 

- Júst hvussu lønir verða útgoldnar, er ikki nakað eg sum landsstýriskvinna leggi meg útí. Fyri meg hevur tað týdning, at man fylgir siðvenjuni, og tað hevur man gjørt í hesum førinum, sigur Kristina Háfoss og leggur aftrat, at sjálvandi er støðan spent, tá ið verkfall er, og tí hevði tað verið høpisleyst at broytt mannagongdir mitt meðan verkfallið. Um siðvenjan skuldi broytast, so skal tað gerast í friðartíðum, heldur hon.