- Ivist í at "pitta" og "pittur eru bestu orðini fyri kynsgøgn

Malan Eyðunsdóttir er lærari og hevur mangan skrivað um kynslívið. Hon ummælir nýggju orðini fyri kynsgøgn.

Malan Eyðunsdóttir er lærari og hevur mangan skrivað um viðurskifti, sum hava við kynslívið at gera. Hon heldur tað er frálíkt, at Marjun Arge Simonsen hevur tikið stig til uppslagið, sum in.fo skrivaði um í gjár - nevniliga eitt uppslag um kroppin, sum allir dagstovnar, skúlar og frítíðarskúlar í Tórshavnar Kommunu fáa, har orð fyri kropslutir eru á. 

 

 

Har í millum eru tvey orð fyri kynsgøgn, sum hava skapt nakað av undran, tá tey eru heldur óvanlig. Talan er um orðið "pittur" og "pitta". Kallkynsformurin finst í orðabókini, meðan Marjun Arge Simonsen sjálv hevur - í samráð við rættar myndugleikar og stovnar - funnið fram til kvennkynsorðið. 

 

 

Malan Eyðunsdóttir er samd við málfrøðinginum í, at vit mangla góð, netural orð fyri okkara kynsgøgn. Orð, sum ikki beinleiðis sipa til kynslívið og heldur ikki eru ov barnslig. 

 

 

Les eisini: Nú eita kynsgøgnini "pitta" og "pittur

 

 

- Eg skilji væl, at tað hevur verið sera torført at finna fram til, júst hvørji orð skulu brúkast, tí tey flestu orðini eru kanska ikki so neutral. Og spurt tú fólk, so er tað óivað sera ymiskt, hvørji orð tey brúka. Tey flestu munnu tó brúka pissilingur og pissikona, men Marjun vil fegin sleppa undan orðinum "piss", og har eri eg ikki heilt ósamd, sigur Malan Eyðunsdóttir. 

 

 

Hon heldur tó, at orðini "pitta" og "pittur eru heldur løgin. 

 

 

- Tá eg hoyrdi orðini hugsaði eg, at tey vóru løgin, tí eg havi ongantíð hoyrt orðið pittur áður, sum er eitt orð sambært Sprotanum. Tó haldi eg, at tey eru rættiliga fittlig og liggja væl á tunguni. Men pitta og pittur eru avgjørt orð, ið eg og mong við mær, skulu venja okkum til at siga. Og eg loyvi mær at ivast í, um hatta eru tey bestu orðini. Persónliga dámar mær betur orðið "lingur", har er tó einki líknandi kvennkynsorð, men "gina er nú nokk so fitt eisini, heldur Malan Eyðunsdóttir.