Fornfrøðiligu kanningarnar heima á Sandi halda nú fram í nýggja partinum av kirkjugarðinum ? hetta fyri at útvega fleiri pláss at jarða lík í Neyðugt er at kanna nýggjara partin av kirkjugarðinum fornfrøðiliga [...] leivdir friðaðar. Sostatt skal støða takast til, um leivdirnar í nýggja partinum av kirkjugarðinum heima á Sandi eru av slíkum slag, at tær kunnu kannast beinanveg og harvið loysast úr friðing, so økið [...] verður fasthildin. Sera nógv áhugavert er longu komið undan kavi í lendinum, og er tað tí við ikki sørt av spenningi og góðum vónum, at farið er undir ransóknina í ár. Í hesum umfarinum verður eitt lendið upp
hava Sands kommuna og byggifyritøkan P/F Bulur á Signabø undirskrivað sáttmála um bygging av nýggjum dagstovni á Sandi. Barnagarðurin skal byggjast á nýplaneraða lendinum á Ryggi, beint við nýggjastu útstykkingina [...] ætlandi verður tikin í nýtslu beint eftir summarfrítíðina næsta ár. Verandi barnagarður á Teigum á Sandi er vorðin ov lítil og ótíðarhóskandi, men í nýggja stovninum verða umstøðurnar tær bestu ið hugsast [...] kaffi og te, og góður hýrur var á fólki, nú sáttmálin er undirskrivaður, og ein nýggjur barnagarður á Sandi er beint hinumegin hornið. Myndirnar tók Bjarki Henriksen. ##med2## ##med3## ##med4## ##med5## ##med6##
kvøld var øðrvísi. Arnold Ludvig, sum býr á Sandi, er á ferð við bólki sínum, Arnold Ludvig Sextet, og í kvøld framførdu Arnold og manning í Virkinum á Sandi. Í morgin, fríggjakvøld, er konnsert í SALT [...] givið tvær útgávur út. Myndin omanfyri er kanska eitt sindur søgulig, ella sjáldsom, tí hon er tikin av jazzkonsertini í Virkinum í kvøld. Mynd: ÓDJ
Klementsen, bóndi á Sandi. Júst sum orðaskifti tók seg upp um, at einki góðkent sláturvirki er til neyt í Føroyum, sendi hann Búnaðargrunninum umsókn um fígging til at byggja sláturvirki á Sandi. Hann hevur søkt [...] Sandoynni, tí har eru umleið 6.500 seyðir. Sjálvur hevur hann ein tíggjumarkargarð við 200 áseyðum. Onkur av hinum bóndunum hevur meira seyð.
Sandur: Á seinasta bygdarráðsfundi á Sandi varð samtykt at byggja bókasavn í bygdini. Bókasavnið verður umleið omanfyri 320 fermetrar til støddar, og fer Articon at byggja savnið. Allir bygdarráðslimirnir [...] verandi bygningin hjá bygdaráðnum, og skal arbeiðið verða liðugt í desember mánaði í ár. Bókasavnið á Sandi hevði ikki verið veruleiki, uttan framúr góðu gávuna frá Daniellu Olsen, og tað góða samstarv sum [...] JP Gregoriussen, arkitekti, Mentamálaráðið og Sands Kommunu. Bókasavnið verður gjørt eftir tekning av arkitektinum J. P. Gregoriussen, og var hann sjálvur við á fundinum í bygdaráðnum. Tað var eisini hann
liggja nærmast vegnum. Men, tað eru eisini fleiri, sum royna eydnuna niðri á lónni á Sandi. - Mølheyggjar og lógvin á Sandi eru perlur uttan sín líka, siga tey í Sands kommunu. Á Facebook-síðuni verður sagt [...] javnan bæði síla-og laksafiskarar, og til tíðir er eisini fongur at fáa. - Nú um dagarnar fekk ein av okkara egnu, Allin Simonsen, eitt sera stórt síl, sum vá átta pund og var 80 sentimetrar langt, verður
Ávísur spenningur var um valið á Sandi, tí tað vóru bara fimm atkvøður ímillum listarnar á seinasta valið, tá listi C dró longra stráið. Eisini tí, at Brandur Sandoy, fyrrverandi borgarstjóri og løgtingsmaður [...] fekk 183. Bjarki Henriksen, sum hevur verið valdur fyri lista Avið 32 atkvøðum seinast, varð koyrdur av listanum og stillaði hesaferð upp fyri lista C og varð valdur við 34 atkvøðum. Sum skilst verður Kristian [...] Henriksen borgarstjóri og bróðirin, Bjarki Henriksen varaborgarstjóri. Soleiðis var úrslitið á valinum á Sandi í gjár: ##med2##
arbeiðspláss í Sandoynni, kanska eini 3-4 í fóðringini, umframt at nakað av virksemi verður, tá fiskur verður tikin. Haraftrat fer nakað av partafelagsskatti at fella til Sands kommunu, tá Marine Harvest Føroyar [...] við siglingarleiðini hjá Sildberanum. Soleiðis, sum myndin vísir, var væl av fólki á almenna eyka bygdarráðsfundinum á Sandi í gjárkvøldið, har bygdarráðslimir eisini høvdu høvi at seta umboðunum fyri [...] samtykti Sands bygdarráð at mæla til, at Marine Harvest Føroyar fær aliloyvi úti við Salthøvda á Sandi. Marine Harvest Føroyar og Delta Seafood, sum rekur Sandoy Seafood, eru í samstarvi, sum merkir, at
loyst skuldarspurningin ber als ikki til, og er helst ongin meining í, heldur Birgir. Fráflytingin av Sandi tey mongu rakárini gjørdi støðuna hjá Sands kommunu trupla. Havnaútbyggingin var kostnaðarmikil [...] niður á 6.5 milliónir. Inniverandi ár er inntøkan av skatti 8.8 milliónir. Komandi ár rokna vit við 9.6 milliónum. Birgir Mohr upplýsir, at umleið helvtin av fíggjarætlanini verður brúkt til at gjalda skuld [...] Bygdarráðið heima á Sandi hevur viðgjørt tølini á teirra fíggjarætlan fyri tað komandi ári. Birgir Mohr fegnast um, at útlitini í løtuni eru batnandi. Síðani flakavirkið lat upp aftur, er inntøkan hjá
við, og hetta var soleiðis eitt rættiligt veitslukvøld á Sandi. Longur niðri á síðuni - undir myndarøðir - liggja 16 myndir frá flettingini á Sandi í gjárkvøldið. [...] bygdunum. Soleiðis var eisini í gjárkvøldið, tá menn flettu 16 veturgamlar veðrar í einum bilhúsi á Sandi. Her vóru nógvir góðir, royndir og raskir flettarar. Fýra borð vóru til fletting, og soleiðis vórðu [...] farið út aftur í bilhúsið at fletta teir seinastu - og størstu - fýra veðrarnar, ið eftir vóru. Væl av fólki var inni á gólvinum í bilhúsinum, meðan flett varð, og spenningur var um vektina á hvørjum einstøkum