Sláturvirki eiga at verða á øllum økjum í landinum.
Tað heldur Poul Klementsen, bóndi á Sandi.
Júst sum orðaskifti tók seg upp um, at einki góðkent sláturvirki er til neyt í Føroyum, sendi hann Búnaðargrunninum umsókn um fígging til at byggja sláturvirki á Sandi.
Hann hevur søkt um at byggja sláturvirki til at fletta seyð í, men um tað skuldi verið kundi hann bygt tað út til eisini at fletta neyt í.
Kostnaðarmetingin sigur 2,5 mió. krónur.
Poul Klementsen heldur, at grundarlag er fyri at hava eitt góðkent sláturvirki í Sandoynni, tí har eru umleið 6.500 seyðir.
Sjálvur hevur hann ein tíggjumarkargarð við 200 áseyðum. Onkur av hinum bóndunum hevur meira seyð.