Neyvan er tað á hvørjum degi, at fólk í Sandoynni hava møguleika at fara út at hoyra livandi tónleik, ella á konsert. Og als ikki, tá talan er um jazzkonsert.
Men í kvøld var øðrvísi.
Arnold Ludvig, sum býr á Sandi, er á ferð við bólki sínum, Arnold Ludvig Sextet, og í kvøld framførdu Arnold og manning í Virkinum á Sandi.
Í morgin, fríggjakvøld, er konnsert í SALT á Krambatanga í Suðuroynni, og leygardagin er Norurlandahúsið í Havn karmur um jazztónarnar frá manningini hjá Arnold, ið kemur úr ymsum londum. Sextettin hevur givið tvær útgávur út.
Myndin omanfyri er kanska eitt sindur søgulig, ella sjáldsom, tí hon er tikin av jazzkonsertini í Virkinum í kvøld. Mynd: ÓDJ