Fornfrøðikanningar útvega pláss til lík

Fornfrøðiligu kanningarnar heima á Sandi halda nú fram í nýggja partinum av kirkjugarðinum ? hetta fyri at útvega fleiri pláss at jarða lík í Neyðugt er at kanna nýggjara partin av kirkjugarðinum fornfrøðiliga, tí kanningar hava staðfest, at leivdir eftir fornari búseting finnast í lendinum, veit Fornfrøðideildin á Føroya Fornminnissavni at siga.

Sambært fornminnalóggávuni eru slíkar leivdir friðaðar.

Sostatt skal støða takast til, um leivdirnar í nýggja partinum av kirkjugarðinum heima á Sandi eru av slíkum slag, at tær kunnu kannast beinanveg og harvið loysast úr friðing, so økið kann verða frígivið til at jarða lík í, ella um friðingin verður fasthildin.

Sera nógv áhugavert er longu komið undan kavi í lendinum, og er tað tí við ikki sørt av spenningi og góðum vónum, at farið er undir ransóknina í ár.

Í hesum umfarinum verður eitt lendið upp á slakar 80 m² rannsakað. Rannsóknarhópurin telur eini 12 fólk og arbeitt verður í fýra vikur.

Tað er Føroya Fornminnissavn, ið fyriskipar rannsóknini. Arbeiðið verður gjørt sum liður í altjóða verkætlanini ?Heart of the Atlantic?.