Sandur: Á seinasta bygdarráðsfundi á Sandi varð samtykt at byggja bókasavn í bygdini. Bókasavnið verður umleið omanfyri 320 fermetrar til støddar, og fer Articon at byggja savnið.
Allir bygdarráðslimirnir tóku undir við málinum. Bókasavnið verður bygt uppí verandi bygningin hjá bygdaráðnum, og skal arbeiðið verða liðugt í desember mánaði í ár.
Bókasavnið á Sandi hevði ikki verið veruleiki, uttan framúr góðu gávuna frá Daniellu Olsen, og tað góða samstarv sum verið hevur millum, Daniellu Olsen, Landsbókasavnið, JP Gregoriussen, arkitekti, Mentamálaráðið og Sands Kommunu.
Bókasavnið verður gjørt eftir tekning av arkitektinum J. P. Gregoriussen, og var hann sjálvur við á fundinum í bygdaráðnum.
Tað var eisini hann, ið teknaði snotuliga Listasavnið í bygdini.