Veðraball á Sandi

Nógv verður gjørt burtur úr, tá veðrar verða flettir í Sandoynni, og soleiðis var eisini í gjárkvøldið.

Tað er ikki lítið, sum verður gjørt burtur úr í Sandoynni, tá veðrar verða flettir kring um í bygdunum.

 

Soleiðis var eisini í gjárkvøldið, tá menn flettu 16 veturgamlar veðrar í einum bilhúsi á Sandi. 

 

Her vóru nógvir góðir, royndir og raskir flettarar. Fýra borð vóru til fletting, og soleiðis vórðu fýra veðrar flettir samstundis.

 

Menninir skipaðu seg líka sum lið, har fýra flettu í senn. Tá teir fýra fyrstu veðrarnir vóru flettir, fóru fýra aðrir mans undir teir næstu fýra.

 

Onkur flettari helt seg tó til aftur og fletti soleiðis meiri enn tann eina veðrin.

 

Heima stákaðist húsmóðurin við mati, og tað var ikki lítið, sum gjørt varð burturúr. 

 

Longu, tá menn høvdu verið eftir veðrunum fyrr um dagin, bjóðaði hon pannukøkur, og tá so teir fyrstu 12 veðrarnir vóru flettir, hevði hon dekkað stórt og vælbúgvið borð til einar 25 mans.

 

Nú varð etið eina góða og langa løtu og tá allir, sum tóku lut í flettingini, høvdu fingið mettuna og ríkiliga tað, varð farið út aftur í bilhúsið at fletta teir seinastu - og størstu - fýra veðrarnar, ið eftir vóru.

 

Væl av fólki var inni á gólvinum í bilhúsinum, meðan flett varð, og spenningur var um vektina á hvørjum einstøkum veðri.

 

Teir, sum høvdu gingið á træðum og høvdu ikki fingið seyðafóður, lógu flestu rundan um 50 pund, men teir, sum høvdu fingið seyðafóður, vóru nógv størri.

 

Størsti veðrurin, sum flettur varð á Sandi í gjárkvøldið, vigaði 89 pund.

 

Eftir at flettingin varð fingin frá hondini, krovini vóru komin upp at hanga, og bilhúsið var vaskað, bjóðaði húsmóðurin aftur inn á gólvið til køkur, ís og annað gott.

 

Fólk hugnaður sær hesar tímarnar, meðan flett varð og ikki minst við frálíka matinum, sum borðreitt varð við, og hetta var soleiðis eitt rættiligt veitslukvøld á Sandi.

 

Longur niðri á síðuni - undir myndarøðir - liggja 16 myndir frá flettingini á Sandi í gjárkvøldið.