lestrinum. Og í donsku bløðunum varð smurt tjúkt uppá í gjár. Tað er ikki á hvørjum degi, at tú kanst siga søguna um ein málverja, sum bæði skorar upp á brotsspark og bjargar einum brotssparki, og tá søgan [...] sindur á, beint áðrenn eg náddi bóltinum, og tá sá eg, at Michael Stensgaard var rættuliga ófriðarligur á strikuni og var á veg til høgru fyri seg sjálvan, og so var lætt hjá mær við einum bleytum innarusíðu [...] hálvleiki økti Herfølge bæði til 2-0 og 3-0. FCK royndi at trýsta, men tað var við lítlum hugflogi, og av tí at spælið varð trýst inn á mótstøðuhálvuna var tað ofta tætt, og Todi Jónsson fekk ongan rennibólt
spældi ímóti vindi og regni fyrra umfarið. Teir vóru á odda 3-0 fyrst og 3-1, tá tað var hálvrunnið, og í 2. hálvleiki var tað týðuligt, at tað fyrst og fremst snúði seg um at halda tørn og at fáa tíðina at [...] løtuna eftir steðgin, og einar tvær ferðir vóru teir um at nærkast málinum hjá NSÍ og Abrahami Hansen, sum fyri tað mesta var arbeiðsleysur í síni fyrstu roynd sum málverji á besta NSÍ liðnum, men luftin [...] verjuspælara og snýtti Bjarna Johansen. Óli Hansen, sum var keyptur upp úr Danmark til henda dystin og kanska skal byrja skúlagongdina í Kolding við at ferðast aftur og fram nógv vikuskifti nú í summar og tíðliga
teir vístu, tá NSÍ vitjaði. Ta ferðina høvdu teir fulla ferð á og vóru sannførandi. Hesa ferð komu teir sjáldan úr triðja geari, og teir settu ongantíð í fimta gear. Teir vóru tøvandi, og teir mistu ofta [...] hevði verið. Og tað er rætt, at B68, sum tvær ferðir var frammanfyri, fleiri ferðir enn heimaliðið var tætt við at skora mál. Serliga í 2. hálvleiki, tá GÍ royndi at koma afturíaftur og javna og seinni at [...] ofta á veg í álop. Ímóti NSÍ brutu teir ofta ígjøgnum í borðunum, og innleggini vóru neyv og vandamikil. Ímóti B68, sum ofta hevði trupulleikar at finna røttu verjustøðurnar í borðunum, vóru gjøgnumbrotini
Fótbóltsundirhaldinum í Klaksvík stóð 2. deildarliðið hjá KÍ fyri, og orsakað av føðingardagshaldinum og vítt fevnandi skránni var dysturin spældur sunnudagin. KÍ plagar annars at spæla heimadystirnar í 2. deild [...] veteranurin Marni Isaksen settur inn á KÍ miðvøllin, og hann gjørdi av álvara um seg. Beinanvegin, eftir at hann var innkomin, varð hann feldur av málverjanum, og Niclas Niclasen var tryggur úr ellivu metrum [...] hornaspark úr vinstru stóðst eitt sindur av aftur og fram av, og so endaði tað við, at Kristian Dam, sum stutt frammanundan var komin á vøllin. Hóast KÍ yvirvág síðstu løtuna, so tóktist tað, sum um tað
Toftir, og Sumba fær vitjan av B36. Og annan sunnudag tørna TB og Sumba saman á Sevmýri, og so skal TB til Fuglafirðar. Sum umfar dettur av umfari gerast møguleikarnir at bøta um støðuna alt færri, og tvørámenn [...] einum stórtapi uppá 6-0, og við sær suðuraftur høvdu teir vágbingar, ið vístu lítið í Runavík og taptu 4-1. TB hevði vitjan av oddaliðnum, og hóast tvørámenn vóru ágrýtnir og vístu tenn eina góða løtu [...] spæla ímóti HB og KÍ. Við gongdini fyrr í summar í huga, hevði tað ikki verið óvæntað, um B36 einki fekk burturúr. Nú eru uppgávurnar loystar, og úrtøkan hjá meistaraliðnum var seks stig, og tað ger, at teir
Henning Jarnskor, Sámal Joensen og Sunnvard Joensen úr GÍ, Jens Kristian Hansen, Arnbjørn Danielsen, John Petersen, Pól Thorsteinsson og Jákup á Borg úr B36, Hans Fróði Hansen og Allan Mørkøre úr HB, Øssur [...] eitt rimmar ár við B36 higartil, og hann er í løtuni toppskjútti í 1. deild við 10 málum í 11 dystum. Allan Simonsen var í Gøtu leygardagin og í Gundadali sunnudagin, og hann hevur ivaleyst verið nøgdur [...] hópinum, meðan KÍ, sum er nummar tvey, als ongan hevur. Suðuroyarliðini eru bert umboðað av Óla Johannesen úr TB, og burtursæð frá teimum, sum spæla uttan fyri Føroyar, er restin úr Havn og úr Eysturoynni
leygardagin, tá GÍ og B68 spældu í Gøtu, og hann var eisini í Gundadali dagin eftir, tá B36 og KÍ hittust. Allan Simonsen hevur ivaleyst verið væl nøgdur við tað, hann sá, og Sunvard Joensen og Jákup á Borg [...] Føroyar av álvara fóru upp í altjóða fótbólt í 1988. Hinir eru Kurt og Allan Mørkøre úr KÍ, Tummas Eli og Jens Kristian Hansen úr B36, og Magni og Henning Jarnskor úr GÍ. Føroyar hava ongantíð fyrr spælt landsdyst [...] Sunvard Joensen úr GÍ og Jákup á Borg úr B36 spildurnýggir í A-landsliðshøpi. Í mun til hópin, sum var í Estlandi í byrjanini av juni, eru tríggjar broytingar. Umframt Sunvard Joensen og Jákup á Borg er Óli
ikki við. ? Eg fari bara at sita tolin og bíða, sigur Jákup, sum var við U18-landsliðnum í fjør. Nú er hann 18 ár og ov gamal til tað, men steðgurin millum U18-liðið og A-landsliðið var ikki langur. Jákup [...] Móti HB fyri níggju døgum síðani skeyt hann sigursmálið, tá B36 vann 3-2, og hann endurtók bragdið sunnudagin, tá B36 vann á KÍ.
í kvinnudeildini, B36 og KÍ, hittust í Gundadali, og tey, sum vóru og hugdu, fingu ein branddyst burturúr. B36 vann dystin 4-3, eftir at KÍ hevði strítt seg frá 1-3 upp á 3-3, og sigursmálið hjá heimaliðnum [...] HB inni í Runavík og spældi móti NSÍ, sum fram til tá bert hevði fingið trý stig burtur úr sjey dystum. Vit hava fleiri ferðir nevnt, at NSÍ-liðið hevur evni og tilfar til meira, og tað var ikki óuppiborið [...] vindur í Runavík, og at tað ávirkaði spælið í stóran mun. Hvørki av liðunum orkaði serliga væl at spæla ímóti vindinum, og tí áttu liðini eisini hvør sín hálvleik. Í fyrra hálvleiki var tað NSÍ, sum leyp á,
minuttir, og so kom einki mál aftur fyrrenn eftir 51 og 62 minuttir, tá B36 legði seg framum. Men so gekk skjótt, og heimaliðið skoraði eftir 78, 79, 85, 86, 87 og 88 minuttir. Tað vóru Jón Brekku og Tórarin [...] eftir og eisini fáa 3. deildardystirnar við, eftir at 1. deild hevur spælt, síggja nógv mál. Hesa ferð vórðu 33 mál gjørd í fimm dystum, og hóast tólv komu í einum dysti ? B36 vann 10-2 ímóti KÍ í Gundadali [...] skotin í hinum dystunum. Trý komu í oddauppgerðini í Fuglafirði og ímillum tey niðaru staddu FSV og VB, sum spældu í Sørvági, sjey komu á Sandi, og seks mál komu í eysturoyaruppgerðini, sum var í Sarpisgerði