B36 hevur fingið 6 stig innan 6 dagar móti oddaliðnum

Fótbóltur: HB styrkti um sína støðu í toppinum, spælimaskinan hjá GÍ steðgaði upp, og suðuroyarliðini taptu tilsaman 14-2

Tað vóru feløgini í miðstaðarøkinum, sum fingu stig, og tað vóru tey í útjaðaranum, sum einki fingu.

Høvuðsstaðurin og Eysturoy mugu metast sum miðstaðurin í Føroyum. Í 1. deild í fótbólti er hetta økið umboðað við seks liðum, og øll hesi liðini fingu stig í vikuskiftinum. Suðuroyggin er uttasti útjaðarin í føroyskum fótbólti, og hóast Borðoyggin ikki er so langt burtur, so er Klaksvíkin uttarlaga, í hvussu so er tá tað ræður um fótbólt.

Úrtøkan hjá útjaðaranum var soltin hesa ferð. Annað vikuskiftið á rað vórðu sumbingar sendir úr Eysturoy við einum stórtapi uppá 6-0, og við sær suðuraftur høvdu teir vágbingar, ið vístu lítið í Runavík og taptu 4-1. TB hevði vitjan av oddaliðnum, og hóast tvørámenn vóru ágrýtnir og vístu tenn eina góða løtu, so vísa hagtølini, at tampurin brennur. Eftir ellivu umfør eigur TB framvegis fyrsta sigurin á, og tá ÍF vann og fór uppum sumbingar, sum yvirtóku næstaftasta plássið, so sigur tað okkum, at Suðuroyggin er ikki serliga væl fyri í fótbóltskappingini.

Komandi vikuskiftini verður talan um lagnudystir í botnstríðnum. Tað verður spælt aftur longu leygardagin, tí landsliðið skal til Bosnia sunnudagin. Tá skal TB til Klaksvíkar, ÍF skal út á Toftir, og Sumba fær vitjan av B36. Og annan sunnudag tørna TB og Sumba saman á Sevmýri, og so skal TB til Fuglafirðar.

Sum umfar dettur av umfari gerast møguleikarnir at bøta um støðuna alt færri, og tvørámenn eru greiðir yvir, at skulu teir yvirliva í bestu deildini, so skulu teir vinna ein ella helst tveir dystir tey næstu trý umførini.


Høvuðsstaðurin undanvind

Fyri einari góðari viku síðani hevði B36 tvær torførar uppgávur fyri framman. Í Gundadali skuldu teir bæði spæla ímóti HB og KÍ. Við gongdini fyrr í summar í huga, hevði tað ikki verið óvæntað, um B36 einki fekk burturúr. Nú eru uppgávurnar loystar, og úrtøkan hjá meistaraliðnum var seks stig, og tað ger, at teir av álvara eru við í kappingini um pláss í Europa Cup.

Tey bæði næstu vikuskiftini eigur B36 Sumba á útivølli og ÍF á heimavølli, og so fáa vit at síggja, um teir fara at standa seg eins væl ímóti botnliðunum, sum teir hava gjørt ímóti oddaliðunum.

Úrslitið hjá HB á Sevmýri vísir, at teir á ongan hátt vórðu rendir um koll av ósigrinum ímóti B36. Leygardagin fáa teir vitjan av NSÍ, sum framvegis liggur á bronsuplássi og sum ofta hevur staðið seg væl í Gundadali ímóti havnarliðunum.

Um NSÍ komandi ár fyri fyrstu ferð skal fáa møguleikan í Europa Cup velst nógv um avrikini næstu vikurnar, tí eftir vitjanina í Gundadali fáa teir í Runavík vitjan av KÍ.


Strevið hjá GÍ

Gøtumenn vístu ikki Europa Cup stev, tá teir leygardagin bara fingu eitt stig á heimavølli ímóti toftamonnum.

Longu hósdagin verður GÍ aftur á heimavølli ? á Toftum. Tá fáa teir vitjan av ungverska toppliðnum MTK Budapest, og tað er ikki hvør sum helst. Teir vóru meistarar í 1997, og teir vunnu steypakappingina bæði í 1997 og í 1998. Í Europa Cup hava teir m.a. spælt ímóti Croatia Zagreb, jugoslaviskum snillingum, sum B68 í 1993 fekk ein dyggan lúsing frá. Ímóti teimum vann MTK 1-0 á heimavølli, men tapti 2-0 á útivølli. So tað kann roknast við, at fótbóltsspæl á høgum støði verður at síggja á Svangaskarði hósdagin.

Skráin hjá GÍ er sera strong, tí longu leygardagin skulu teir til Vágs at spæla ímóti VB.


B68 og KÍ óstøðug

Vónirnar um fyrsta FM heitið síðani 1991 kyknaðu í Klaksvík í síðstu viku, tá B36 hevði vunnið á HB. Tað er framvegis møguleiki fyri, at KÍ kann vinna FM, men nú hava teir ikki støðuna í sínum hondum. Høvdu teir vunnið ímóti B36, so bar til hjá KÍ at vinna FM uttan hjálpt frá øðrum. Tað ber ikki til longur, tí nú er munurin til HB fimm stig, og so er neyðugt at vóna, at t.d. GÍ annan sunnudag vinnur á HB í Gøtu.

Mest óvæntaða úrslitið mundi fyri mong vera, at B68 fekk stig við úr Gøtu. Fyri toftamenn sjálvar var hetta ikki heilt óvæntað, tí tað hevur ofta víst seg, at teir hava staðið seg væl í Sarpisgerði, eisini tá GÍ var besta liðið í landinum.

Toftamenn og klaksvíkingar hava tað til felags, at teir eru óstøðugir. Tað ber ikki til at rokna út, hvussu tað fer at hilnast næstu ferð. Komandi leygardag fær B68 vitjan av ÍF, og annan sunnudag skulu teir til Vágs. Um avrikini vera eins sannførandi, sum avrikið í Gøtu var, so ber til hjá B68 at lyfta seg upp um miðjuna, men tað ber eisini til at ímynda sær, at úrtøkan verður lítil.

Hjá KÍ er á sama hátt. Teir eru óstøðugir, og hóast uppgávan á heimavølli ímóti TB á papírinum sær hópin lættari út enn útidysturin ímóti NSÍ og heimadysturin ímóti GÍ, so er vónleyst at siga nakað um avrikini frammanundan. Tað ræður um, hvørjum hýri klaksvíkingarnir eru í.