Borgarstjórin, Kristin Michelsen, sigur, at avgerð um at skifta vøllin varð tikin á heysti í 2022, tá samráðingar vóru um fíggjarætlan fyri 2023, hjá Tvøroyrar kommunu. Hann sigur, at Tvøroyrar kommuna hevur [...] Borgarstjórin sigur annars, at hetta er triðji vøllur hann hevur verið við til at samtykt sum býráðslimur í Tvøroyrar kommunu. Hin fyrsti var vøllurin á Sevmýri í 80-unum. Kristin sigur, at vøllurin hevur [...] er ogn hjá borgarunum í Tvøroyrar kommunu og saman við komandi neystinum hjá FSR, ið Tvøroyrar kommuna er høvuðsstuðul av, er vónin at hetta fer at vera við til at stuðla upp undir trivnaðin hjá borgarunum
Í dag hevur fyrsti samráðingarfundur verið millum Føroya Skipara-og Navigatørfelag (FSN) og Føroya Reiðarafelag um nýggjan sáttmála. FSN sigur á sínari heimasíðu, at við hesum eru realitetssamráðingarnar [...] byrjaðar. Á fundinum gjøgnumgingu feløgini punktini hjá hvørjum øðrum og høvdu ymiskar viðmerkingar til hesi. Sum verða man, eru nøkur punkt sum fylla nógv hjá pørtunum, og her eru eitt nú dýra oljan og vei
Sandoyingar eru á veg suður aftur úr Klaksvík við 2-1 tapi. Hetta var fjórði dysturin hjá B71, sum hevur trý stig eftir sigur á útivølli ímóti B36 og tap á heimavølli ímóti Skála og á útivølli ímóti FC [...] tríggjar ferðirnar eigur B71 heimavøll – ímóti næstbestu liðunum hjá EB/Streymi, B68 og HB. Miðverjin Børge Petersen skoraði bæði málini hjá KÍ, og í báðum førum var tað við høvdinum eftir hornaspark. Silas [...] var Tijani Mohammed. Hetta var triðja málið hjá Tijani Mohammed í ár. Uppleggið átti James Michael Drye. Leygardagin fær KÍ vitjan av teimum næstbestu hjá B68.
annað týskt, og var haraftrat tann fyrsti, sum týddi nøkur av ævintýrunum hjá Grimm-brøðrunum til norskt. Umframt hetta skrivaði hann einar 30 skaldsøgur um gerandisdagin hjá fólki. Sagt verður, at neyðugt [...] sín. Tá hann var 12 ára fór fyritøkan hjá pápanum av knóranum og familjan flutti síðani til Kristiania, sum Oslo kallaðist tá. Johan hevði livað eitt vart lív heima hjá foreldrum sínum, men mátti nú sjálvur [...] føroyskum máli í 1962 í týðingini hjá Edmundi í Garði. Hvat mundi vera orsøkin til, at hesin bert 24 ára gamli maðurin, hvørs gerandisdagur var so nógv øðrvísi enn hjá teimum flestu, kortini megnaði at
betra um, sigur B68 venjarin Jákup á Borg. B36 venjarin var væl nøgdur við álopsspælið fyrstu løtuna: -Hóast vit eftir gott álop í høgru skoraðu, so gekk tað nógv fyri seg eftir fyritreytunum hjá B68. Beint [...] Fyrsti dystur í páskaumfarinum er av. Fyri triðju ferð í ár hevur B68 verið á útivølli, og fyri aðru ferð í ár er B68 á veg úr Gundadali við ongum. Í fyrsta umfari endaði tað á ovara vølli í Gundadali [...] staddur einar tríggjar metrar uttanfyri brotsteigin – bóltin upp í handara málhornið uttan møguleika hjá Benjamin Schubert í B68 málinum at bjarga. -Sammett við tá ið vit vóru her í Gundadali og taptu 4-1
Víkingur hevði nógvar royndir á og framvið málinum hjá B36. Næsti dystur hjá Víkingi verður grannauppgerð á heimavølli ímóti teimum bestu hjá NSÍ. Næsti dystur hjá B36 verður á Skála. [...] Víkingur á heimavølli uppi á Brekku í Leirvík. Mótstøðuliðið var B36, sum fór suður aftur við 1-0 tapi. Hetta var triði dystur hjá B36 í ár. Úrtøkan er 3-1 heimasigur ímóti EB/Streymi, 2-1 heimatap ímóti B71 [...] B71 og so í dag 1-0 tap á útivølli ímóti Víkingi. Hetta var triði sigur hjá Víkingi, sum hevur fulla úrtøku og er topplið. Málið í dag skoraði Tonni J. Thomsen, sum er aftur í barndómafelagnum, eftir at
úrtøku, nú fyrsti dystur var í hesum mánaðinum. Tað eru nógvir dystir næstu vikurnar, og tað hevur alstóran týdning, at vit í tveimum teimum fyrstu dystunum hava vunnið fulla úrtøku, sigur Dalibor Sivic [...] búnanum at fáa bóltin framvið Teiti Matras Gestsson. Ferðin var góð, og í løtum hekk spælið væl saman hjá báðum pørtum. HB hevði fleiri góðar støður, og tá ið ein stórur tími var farin, sá tað út til, at alt [...] nærdystum – bæði á vøllinum og í luftini – og tað kostaði fyrra málið, sum hevði so stóran týdning, sigur B36 venjarin Dan Brimsvík, sum framvegis ongantíð hevur vunnið ímóti grannunum í HB, síðani hann tók
Í síðstu viku fekk fyrsti gólvlærlingurin hjá fyritøkuni Gólvfix í Skopun prógv. Hetta er ein handverksútbúgving, og læran tekur trý ár og tíggju mánaðir. Tað er Sigurd Hentze, sum eigur Gólvfix-fyritøkuna [...] gjørdi sína sveinaroynd, har fyrsta vikan var ástøði - og hin seinna var praktiska sveinaroyndin, sigur Sigurd Hentze. Gólvfix arbeiðir kring alt landið, og ein stórur partur av virkseminum er álegging
ikki er umboðaður í Løgtinginum, kann stilla upp til løgtingsval. Flokkurin sigur í skrivi til fjølmiðlar, at á landsfundinum hjá Sjálvstýri seinasta mikukvøld, kundi Sámal Petur í Grund, formaður, boða [...] endurreisa flokkin. Nú er komið so langt, at klárt er at senda kommunum undirskriftirnar til góðkenningar hjá kommununum, soleiðis at boðast kann landsstýrismanninum frá endurstovnanini av flokkinum. – Tó ber [...] Sjálvstýri á telefon 211722, skrivar flokkurin. Saman við Sambandsflokkin var Sjálvstýrisflokkurin fyrsti flokkur, sum varð valdur á Løgting. Tað var í 1906, tá vit fingu floksbýti á tingi. Fyri ta tíð stillaðu
Klokkan 17 byrjar fyrsti dysturin í 4. umfarinum í Betrideildini, tá TB tekur ímóti Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Sendingin byrjar klokkan 16.30. Øll kunnu hoyra [...] Víking sum risa favoritt til at vinna dystin í Sarpugerði. Hægstu oddsini upp á sigur til Víking eru 1,08. Oddsini upp á sigur til TB liggja millum 16,00 og 29,00. Oddsini upp á javnleik millum Víking og