B71 fór til hús sum av torvheiðum

1. DEILD: Miðverjin Børge Petersen skoraði bæði málini, tá ið KÍ við heimasigri lyfti seg fram á heiðursmerkjapláss

Sandoyingar eru á veg suður aftur úr Klaksvík við 2-1 tapi. Hetta var fjórði dysturin hjá B71, sum hevur trý stig eftir sigur á útivølli ímóti B36 og tap á heimavølli ímóti Skála og á útivølli ímóti FC Hoyvík og í kvøld ímóti KÍ.

 

Higartil hevur B71 verið tríggjar ferðir á útivølli. Næstu tríggjar ferðirnar eigur B71 heimavøll – ímóti næstbestu liðunum hjá EB/Streymi, B68 og HB.

 

Miðverjin Børge Petersen skoraði bæði málini hjá KÍ, og í báðum førum var tað við høvdinum eftir hornaspark. Silas Gaard átti uppleggið, tá ið Børge miðskeiðis í fyrra hálvleiki skoraði til 1-0, og Silas Gaard átti eisini uppleggið við horna, tá ið Børge seks minuttir eftir steðgin skoraði 2-1 sigursmálið.

 

Tveir minuttir undan, at KÍ skoraði sigursmálið, javnaði B71 til 1-1. Málskjútti var Tijani Mohammed. Hetta var triðja málið hjá Tijani Mohammed í ár. Uppleggið átti James Michael Drye.

 

Leygardagin fær KÍ vitjan av teimum næstbestu hjá B68.