Í dag hevur fyrsti samráðingarfundur verið millum Føroya Skipara-og Navigatørfelag (FSN) og Føroya Reiðarafelag um nýggjan sáttmála.
FSN sigur á sínari heimasíðu, at við hesum eru realitetssamráðingarnar millum partarnar byrjaðar.
Á fundinum gjøgnumgingu feløgini punktini hjá hvørjum øðrum og høvdu ymiskar viðmerkingar til hesi.
Sum verða man, eru nøkur punkt sum fylla nógv hjá pørtunum, og her eru eitt nú dýra oljan og veiðiavgjøldini.
Partarnir hava avtalað fýra samráðingarfundir í fyrsta umfari.
- Næsti fundur millum partarnar verður hin 14. apríl í Vinnuhúsinum, siga tey í Føroya Skipara-og Navigatørfelag í dag.