Fínt undirhald í Gundadali

HB skoraði eitt mál í hvørjum hálvleiki, og so var sigurin sannførandi á grannunum

Eftir tveir dystir hevur HB fulla úrtøku og er harvið undir liðini á meistarunum í Klaksvík.

 

Í kvøld var síðsti dystur í hesum umfarinum. Talan var um grannauppgerð í Gundadali, og HB vann 2-0. Bartal Wardum hevur leingi verið darvaður av skaðum.  Í kvøld var hann millum teir fyrstu ellivu, og tá ið eitt korter stakk hann seg upp við handara stólpa, tá ið Viljormur Davidsen við horna legði innfyri úr høgru, og so var HB frammanfyri 1-0.

 

Stutt eftir steðgin avloysti Valerijs Sabala Benjamin Heinesen í B36 málinum, men tað eydnaðist hvørki Sabala ella nøkrum øðrum í hvíta búnanum at fáa bóltin framvið Teiti Matras Gestsson.

 

Ferðin var góð, og í løtum hekk spælið væl saman hjá báðum pørtum.

 

HB hevði fleiri góðar støður, og tá ið ein stórur tími var farin, sá tað út til, at alt var avgjørt. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, men Mattias H. Lamhauge í B36 málinum bjargaði væl, tá ið Viljormur Davidsen royndi seg úr 11 metrum. Og so var tað tveir minuttir undan leikloki, at Mikkel Dahl staðfesti 2-0 sigurin. B36 tapti nærdyst á miðvøllunum, og Matthias Præst Nielsen spældi Mikkel Dahl leysan.

 

-Vit eru vónbrotnir, tí vit halda okkum vera heilt væl við. Men vit eru ikki nóg skarpir, tá ið møguleikar eru har, og so mugu vit rósa HB spælarunum fyri, at teir vóru dugnaligir, tá ið teir vunnu seg til møguleikar. Fyrsta korterið vóru vit ikki nóg avgjørdir í nærdystum – bæði á vøllinum og í luftini – og tað kostaði fyrra málið, sum hevði so stóran týdning, sigur B36 venjarin Dan Brimsvík, sum framvegis ongantíð hevur vunnið ímóti grannunum í HB, síðani hann tók við sum B36 venjari.

 

-Eg eri ógvuliga fegin og lættur um, at tað eydnaðist at vinna fulla úrtøku, nú fyrsti dystur var í hesum mánaðinum. Tað eru nógvir dystir næstu vikurnar, og tað hevur alstóran týdning, at vit í tveimum teimum fyrstu dystunum hava vunnið fulla úrtøku, sigur Dalibor Sivic, HB venjarin, og hann heldur fram:

 

-Bartal varð skiftur út eftir fyrra hálvleik. Ári Mohr Jónsson loysti hann av, og so var neyðugt at umrokera og flyta Mads Borchers aftur á vinstra vongverja. B36 spældi við trimum í fremstu røð, og tí broytti vit frá trimum og til fýra í verejuketuni, og tað riggaði væl, sigur Dalibor Savic.

 

 

 

 

 

B36 – HB 0-2 (0-1)

 

0-1: Bartal Wardum 15.

 

0-2: Mikkel Dahl 88.

 

Dómari: Alex Troleis

 

Mattias H. Lamhauge – Jann J. Benjaminsen, Andrias H. Eriksen, Isak Fredrik Jönsson, Magnus Egilsson – Eli Falkvard Nielsen (Símun Sólheim, 84.), Erlendur Magnusson (Aron Knudsen, 66.) – Taufee Skandari (Sonni Ragnar Nattestad, 89.), Hannes Agnarsson , Bjarki C. Nielsen (Andrass Johansen, 67.) – Benjamin Heinesen (Valerijs Sabala 53.)

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Heðin Hansen, Bartal Wardum (Jákup L. Thomsen, 57.), Viljormur Davidsen – Hanus Sørensen, Adrian Justinussen, Dan í Soylu (Eivind Restorff Mouritsen, 89.), Heðin Hansen, Mathias Præst Niellsen, Áki D. Samuelsen – Mikkel Dahl, Mads Borchers