Fyrsti dystur í páskaumfarinum er av. Fyri triðju ferð í ár hevur B68 verið á útivølli, og fyri aðru ferð í ár er B68 á veg úr Gundadali við ongum. Í fyrsta umfari endaði tað á ovara vølli í Gundadali við 4-1 tapi ímóti HB. Í dag endaði tað við 2-0 tapi ímóti B36.
Fyrra málið skoraði Bjarki C. Nielsen longu í 8. minutti, og einki er at undrast á, um toftamenn iðra seg um uppspælið, ið var tað, sum B36 er mest kent fyri. Uppspælið var í høgru, og Hannes Agnarsson legði bóltin flatt út á brotsteigarmarkið, har Bjarki C. Nielsen var runnin inn úr vinstru og sendi bóltin umvegis eitt B68 bein í málið.
B68 vísti góðan hugburð, og serliga fyrstu løtuna eftir steðgin vóru toftamenn ágangandi. Menninir í fremstu røð – Mohamed Samba, Jørgen Nielsen og Boubacar Dabo – vóru allir í góðum støðum, uttan at tað eydnaðist at fáa mál. Ein orsøk var, at teir reyðu heldur enn at royna ímóti málinum royndu at spæla liðfelaga í uppaftur betri støðu.
B36 menti seg aftur, og so gekk tað javnt á. B68 royndi inntil síðsta bríksl, men tað kendist sum um, at vónin um, at tað fór at bera til, fánaði, tá ið B36 eitt korter undan leikloki økti um munin. Vongverjin í vinstru, Magnus Egilsson, fekk – eftir sending frá innskifta Símuni Sólheim – loyvi til at reka fram ímóti brotsteiginum, og so smekkaði hann – staddur einar tríggjar metrar uttanfyri brotsteigin – bóltin upp í handara málhornið uttan møguleika hjá Benjamin Schubert í B68 málinum at bjarga.
-Sammett við tá ið vit vóru her í Gundadali og taptu 4-1 ímóti HB, so var avrikið væl betur í dag. Okkara spælarar arbeiddu og stríddust væl, men tíverri eydnaðist tað ikki at fáa mál. Vit trúgva uppá projektið, men tá ið man ikki skorar mál, so ber tað ikki til at vinna fótbóltsdystir, og tað mugu vit betra um, sigur B68 venjarin Jákup á Borg.
B36 venjarin var væl nøgdur við álopsspælið fyrstu løtuna:
-Hóast vit eftir gott álop í høgru skoraðu, so gekk tað nógv fyri seg eftir fyritreytunum hjá B68. Beint eftir steðgin hevði Bjarki C. Nielsen góðan møguleika at økja um munin, men av brotsteigarmarkinum sendi hann bóltin dygst omanfyri. Í stórum løtum runnu vit aftaná, men tíbetur eydnaðist tað við rimmarmáli Magnusi Egilsson at økja um leiðsluna, og vit eru væl nøgdir við 2-0 heimasigurin, sigur Dan Brimsvík.
B36 – B68 2-0 (1-0)
1-0: Bjarki C. Nielsen
2-0: Magnus Egilsson
Dómari: Rani A. Skaalum
B36: Mattias H. Lamhauge – Jann J. Benjaminsen, Andrias H. Eriksen, Isak Jönsson, Magnus Egilsson – Eli Falkvard Nielsen, Erlendur Magnusson - Hannes Agnarsson, Aron Knudsen, Bjarki C. Nielsen – Valerijc Sabala
B68: Benjamin Schubert – Gilli Samuelsen, Aleksandur Ó. Jensen, Aidan Liu, Bárður Ó. Jensen – Sebastian Lau Nielsen, Ragnar Samuelsen, Jonas Warner – Mohamed Samba, Jørgen Nielsen, Boubacar Dabo