Sigurd Hentze, Bjørgfinnur Winther og mamman, Fríðhild Winther. - Vit fegnast um, at Bjørgfinnur heldur fram hjá okkum, nú hann hevur staðið sveinaroyndina, sigur stjórin í Gólvfix.

Fyrsti gólvlærlingur hjá Gólvfix fingið prógv

- Vit fegnast um, at Bjørgfinnur Winther heldur fram í fyritøkuni, nú prógvið er komið í hús, sigur eigarin av Gólvfix, Sigurd Hentze.

 

Sigurd Hentze, Bjørgfinnur Winther og mamman, Fríðhild Winther. - Vit fegnast um, at Bjørgfinnur heldur fram hjá okkum, nú hann hevur staðið sveinaroyndina, sigur stjórin í Gólvfix.

Í síðstu viku fekk fyrsti gólvlærlingurin hjá fyritøkuni Gólvfix í Skopun prógv. Hetta er ein handverksútbúgving, og læran tekur trý ár og tíggju mánaðir.

 

Tað er Sigurd Hentze, sum eigur Gólvfix-fyritøkuna og næmingurin, sum nú hevur staðið sveinaroyndina, er 30 ára gamli, Bjørgfinnur Winther.

 

Foreldur hansara eru Fríðhild og Bjørgvin Winther í Skopun.

 

Í Gólvfix fegnast tey um, at Bjørgfinnur Winther heldur fram í fyritøkuni, nú prógvið er komið í hús.

 

- Vit hava eisini ein annan gólvlærling, sum hevur verið í læru her í stívliga eitt ár. Tilsamans eru vit sjey fólk, og tá mest er at gera, hava vit onkran aftrat, sum hjálpir til.

 

Sigurd Hentze vísir á, at tær fyrstu 20 vikurnar, sum gingið verður í skúla, gongur næmingurin á Glasi saman við teimum, ið læra til húsasmið. 

 

Síðan fer næmingurin í nøkrum umførum niður til Viborg í Danmark, har hvørt skeiðið varar í fimm vikur.

 

- Tað var eisini her á skúlanum í Viborg, at Bjørgfinnur Winther gjørdi sína sveinaroynd, har fyrsta vikan var ástøði - og hin seinna var praktiska sveinaroyndin, sigur Sigurd Hentze.

 

Gólvfix arbeiðir kring alt landið, og ein stórur partur av virkseminum er álegging av vinyli og lenolium, men fyritøkan pussar og viðgerð eisini trægólv fyri viðskiftafólk. 

 

##med2##

 

 

 

Sigurd Hentze, Bjørgfinnur Winther og mamman, Fríðhild Winther. - Vit fegnast um, at Bjørgfinnur heldur fram hjá okkum, nú hann hevur staðið sveinaroyndina, sigur stjórin í Gólvfix.

Bjørgfinnur Winther, sum hevur staðið sveinaroyndina, saman við stjóranum, Sigurdi Hentze.