Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri

Sjálvstýri kann nú stilla uppaftur

117 ára gamli flokkurin, sum reyk út úr Løgtinginum á seinasta løgtinsvali, kann nú stilla uppaftur til Løgtingið

Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri

Tað er greitt, eftir at flokkurin hevur útvegað fleiri enn tær neyðugu 800 undirskriftirnar, sum krevjast til, at flokkur, sum ikki er umboðaður í Løgtinginum, kann stilla upp til løgtingsval.

 

Flokkurin sigur í skrivi til fjølmiðlar, at á landsfundinum hjá Sjálvstýri seinasta mikukvøld, kundi Sámal Petur í Grund, formaður, boða fundafólkinum frá, at stór undirtøka er fyri at endurreisa Sjálvstýri.

 

– Tað skuldu 800 undirskriftir til, fyri at Sjálvstýri skal kunna stilla upp til komandi løgtingsval, og longu nú hava yvir 1000 fólk skrivliga váttað, at tey taka undir við fráboðan um endurstovnan av Sjálvstýri, skrivar flokkurin.

 

Beint eftir løgtingsvalið gjørdi leiðslan í Sjávlstýri av, at tað beinanvegin skuldi farast undir at endurreisa flokkin. Nú er komið so langt, at klárt er at senda kommunum undirskriftirnar til góðkenningar hjá kommununum, soleiðis at boðast kann landsstýrismanninum frá endurstovnanini av flokkinum.

 

– Tó ber enn til at skriva undir við at venda sær til Sjálvstýri á telefon 211722, skrivar flokkurin.

 

Saman við Sambandsflokkin var Sjálvstýrisflokkurin fyrsti flokkur, sum varð valdur á Løgting. Tað var í 1906, tá vit fingu floksbýti á tingi. Fyri ta tíð stillaðu menn upp beinleiðis til Løgtingið uttan flokkar.

 

Sjálvstýrisflokkurin varð ikki valdur á ting á seinasta løgtingsvalið 8. desember í 2022. Og tað er hent tvær ferðir áður, at flokkurin ikki hevur verið umboðaður á tingi. Tað hendi eisini í 1943 og í 1945. Á løgtingsvalinum eftir fólkaastkvøðuna 14. september í 1946, sum varð hildið 8. november í 1946, stillaði Sjálvstýrisflokkurin upp á lista saman við Javnaðarflokkinum og kom soleiðis aftur á ting við tveimum monnum, brøðrunum báðum Louis Zachariasen og Símin Michael Zachariasen.

 

Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri