sum hevur arbeitt á Fiskavirkinum í Gøtu í samfull 25 ár út í eitt, sigur, at fiskaarbeiði á virkinum er rættiliga støðugt, og nú í seinastuni hava tey vanliga arbeitt í 10 tímar um dagin, frá 8-18. - Vit [...] fiskurin, sum verður virkaður á virkinum í Gøtu, verður turrsaltaður. - Fiskurin liggur fyrst í laka í eitt samdøgur. Síðan verður hann turrsaltaður og liggur í salti í umleið 9 samdøgur, til hann verður pakkaður [...] sagt okkum, at seinasta ár gav einar 2 miljónir krónur í avlopi, samstundis sum leiðslan væntar, at árið í ár verður enn betri. Á Fiskavirkinum í Gøtu síggja tey tí ljóst upp á framtíðina. Bara saltfiskur
G! Festivalinum í 2003. Thomas hevur í mong ár, ferðast í USA, Canada og Europa við sínum tónleiki. Hann hevur vunni fleiri tónlistaligar heiðurslønir. Nú skal hann spæla við Yggdrasil í Tøting. Yggdrasil [...] Spennandi og fjølbroyttur tónleikur leygarkvøldið í Tøting, við Thomas Loefke & Yggdrasil, Lisu í Dali og Black Crow King. Lisa í Dali tók øll á bóli á ársins singer/songwriter kapping hjá Kafe Kaspar [...] aftur í konseptinum, men eisini vitja nógvir gestatónleikarar bólkin, bæði sangarar, komponistar og tónleikarar av ymsum slag. Yggdrasil hevur verði virkin líka síðani 1981, og hava tey ferðast í sera ymiskum
Føroyum Í løtuni arbeiða teir eisini fyri SEV uppi í Strandadali á Borðoynni, Leirvík, Fuglafirði, Toftum, og í Havn. Mánadagin fekk J&K-Petersen at vita, at teir skulu rokna við at fáa enn eitt arbeiði í Íslandi [...] standa seg í kappingini við útlendskar fyritøkur. 40 mans arbeiða hjá fyritøkuni, og hava teir havt fleiri arbeiði í Íslandi - teir gera so at siga allar havnaútbygginginar, sum fara fram í løtuni í Føroyum [...] J&K-Petersen var í harðari kapping við arðar fyritøkur. Av tí at Ísland hevur ein EBS-sáttmála við ES, eru teir noyddir til at bjóða arbeiðini út í ES. Hetta er eitt dýpingararbeiði í bygdini Sandgerði
seg eitt sindur snýttar aftan á dystin í Leirvík leygardagin. B71 hevði verið á odda 1-0 stóran part av dystinum og hevði verið nær við at økt um leiðsluna, men í seinastu minuttunum javnaði LÍF til 1-1 [...] Jørgen Andreasen, sum fyrr ofta hevur staðið í málinum hjá leirvíkingum, sum eftir innlegg úr vinstru síðu skallaði í netið til 1-1. Annars var dramatikkurin í hæddini, tá LÍF-venjarin fekk reyða kortið [...] 1-1, og sostatt fingu liðini eitt stig í part burtur úr dystinum. Sum heild hendi ikki tað stóra framman fyri málunum í dystinum. B71 stýrdi tí mesta av spælinum, uttan at talan var um veruliga yvirvág.
við evninum Føroyar sum ferðafólkamál. Við pallborðið sita Petur Olivur í Hoyvík, formaður í Ferðaráð Føroya, Magni Arge, stjóri í Atlants Flog, Gunnar Ingimarson, frá Smyril Line, og Per Levring frá Maersk [...] veitsludøgverði, og Mortan í Hamrabyrgi heldur røðu. Føroyavikan endar Flaggdagin, tá ið fólkafundur verður. Elinborg Joensen, forkvinna í samtakinum av føroyskum feløgum í Danmark, heldur røðu. Felagsangur [...] Jákup Glerfoss úr Klaksvík, Øssur Mohr úr Fuglafirði og Sámal Toftanes úr Leirvík letur upp. Kinna Poulsen, ið er cand.mag. í listasøgu, letur framsýningina upp. Tónleikarar og sangarar úr Ålborg framføra
og aftur í baksetrið. - Eldur kom í bilin, og tá ið eg kom á staðið, stóð hann í lósum loga. Maðurin sigur, at ein løgreglubilur hevur verið rættiliga skjótur á staðnum, tí kvinnan sat longu í løgreglubilinum [...] var sera heppin í óhappinum. Tá hon kom suður móti “oynni”, sum er á vegnum omanfyri Teknistovuna við Gøtugjógv, rendi hon á hesa og misti tamarhaldið á bilinum. Kvinnan rendi inn í bilverjuna, sum er [...] Gøtugjógv. Ein partur av galendaranum endaði inni í bilinum hjá henni. Eitt sjónarvitni, sum var næst fyrstur á staðið, sigur, at galendarin var komin inn í motorrúmið, aftur ígjøgnum instrumentbrettið og
við á várframsýningum, umframt í Smiðjuni í Lítluvík. Í Føroyahúsinum í Keypmannahavn og í Hjørring á Jútlandi hevur hann eisini verið við sínum málningum. Framsýningin í Ribarhúsi verður opin hvønn dag [...] List Listamálarin, Sámal Toftanes í Leirvík, letur leygardagin, 2. november, upp málningaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði. Við á framsýningini hevur hann umleið 25 málningar, sum hann serliga hevur [...] málningunum, sum ímynda bygdaløg, landsløg og menniskju í ymiskum støðum. Onkur hendinga málningur fer kanska eitt sindur út í tað abstrakta. Í sínum starvi sum listamálari, er 57 ára gamli leirvíkingurin
vóru í holt við viðlíkahaldsarbeiði í Vágatunlinum, hendi eitt rættiliga álvarsamt óhapp. Ein arbeiðsmaður hjá NCC, sum var á veg út úr einum lastbili var árendur av einum persónsbili. Politiið í Miðvági [...] sum var á veg norður eftir. Fimm fólk vóru í bilinum, og tey skuldu náa bátin úr Leirvík, og tí var ferðin ógvuliga høg. Tveir lastbilar stóðu á hvørjari síðu í tunlinum, og av tí, at ungi maðurin ikki fær [...] og bein vórðu brotin, og í skrivandi stund var maðurin undir skurði á Landssjúkrahúsinum. Politiið í Miðvági veit tí ikki enn, hvussu umfatandi skaðarnir vóru. Fólkini, ið sótu í bilinum, fingu ongan skaða
mítt vaksna lív. Hesi árini havi eg í tíðarskeiðum eisini verið í øðrum londum, enn har, eg havi búleikast meginpartin av hesari tíðini. Og nógv er vorðið broytt í ferðsluni eftir evropeisku vegunum hesi [...] beint ímóti mær í mínari ferðslubreyt. Tí, at eg royni ikki at koyra harðari enn, at eg altíð skal hava tamarhaldi á bilinum, hevur eydnast mær at bremsa harðliga og sleppa mær út í jaðaran. Í óbygdum øki [...] hvussu ofta eg higartil havi bremsað niður í 50-60, fyri at hjálpa hinum garvilla framvið. Annars hevði vanlukka staðist av, tí har kom annar bilur ímóti í hinari koyribreytini. Eg endurtaki: Eg er givin
Argjum, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3850 gr. 10. september fingu Anna Sofía Gaard og Jón í Soylu, Argjum, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4350 gr. 10. september fingu Gunn Müller og [...] eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3590 gr. 11. september fingu Unn og Jógvan Justinussen, Leirvík, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 4300 gr. 12. september fingu Karina og Svend Højgaard