LÍF og B71 eitt stig í part

Fótbóltur, 2. deild: Leirvíkingar og sandoyingar spældu javnt 1-1

Sandoyingar kendu seg eitt sindur snýttar aftan á dystin í Leirvík leygardagin. B71 hevði verið á odda 1-0 stóran part av dystinum og hevði verið nær við at økt um leiðsluna, men í seinastu minuttunum javnaði LÍF til 1-1, og sostatt fingu liðini eitt stig í part burtur úr dystinum.

Sum heild hendi ikki tað stóra framman fyri málunum í dystinum. B71 stýrdi tí mesta av spælinum, uttan at talan var um veruliga yvirvág. Sandoyingar komu á odda hampuliga tíðliga í fyrra hálvleiki, og tað var sum ikki einaferð Jónsvein Thomsen, ið syrgdi fyri málinum. Eftir innlegg úr vinstru síðu stóð hann púra leysur og skoraði upp á fyrsta veruliga kjansin í dystinum.

Sami Jónsvein hevði seinni í dystinum tvær aðrar góðar royndir á LÍF-málið, men málverjin hjá leirvíkingum bjargaði aðru ferðina, og hinaferð varð skotið hjá honum bjargað á strikuni.

LÍF fekk javnað út, tá heilt stutt tíð var eftir. Tað var Jørgen Andreasen, sum fyrr ofta hevur staðið í málinum hjá leirvíkingum, sum eftir innlegg úr vinstru síðu skallaði í netið til 1-1.

Annars var dramatikkurin í hæddini, tá LÍF-venjarin fekk reyða kortið eftir at vera lopin framav og hava sagt sína hugsan um dómaran.

Við trýstigsskipanini kunnu javnleikir ikki brúkast til tað stóra, men tað er kortini ikki langt upp til toppin hjá hvørki LÍF ella B71 eftir dystin leygardagin.

Komandi leygardag skal LÍF til Havnar at spæla móti HB, meðan B71 sama dag tekur ímoti EB/Streymi.