Spennandi og fjølbroyttur tónleikur leygarkvøldið í Tøting, við Thomas Loefke & Yggdrasil, Lisu í Dali og Black Crow King.
Lisa í Dali tók øll á bóli á ársins singer/songwriter kapping hjá Kafe Kaspar, og streyk uppiborið avstað við sigrinum. Hetta gjørdi hon við síni heilt egnu útgávu av fólka-singer/songwriter stílinum.
Thomas Loefke & Yggdrasil
Týski harpuspælarin Thomas Loefke, hevur mangan vitja Føroyar áður, her hann hevur spælt fleiri konsertir, ímillum annað framførdi hann á G! Festivalinum í 2003.
Thomas hevur í mong ár, ferðast í USA, Canada og Europa við sínum tónleiki. Hann hevur vunni fleiri tónlistaligar heiðurslønir.
Nú skal hann spæla við Yggdrasil í Tøting.
Yggdrasil er eitt tónleika-konsept hjá Kristiani Blak, har hann hevur ymiskar tónleikarar saman við sær. Nakrir av tónleikarunum ganga ofta aftur í konseptinum, men eisini vitja nógvir gestatónleikarar bólkin, bæði sangarar, komponistar og tónleikarar av ymsum slag.
Yggdrasil hevur verði virkin líka síðani 1981, og hava tey ferðast í sera ymiskum tónleikasjangrum, so sum jazz, world, folk, rokk og klassiskum. Yggdrasil hevur eisini ferðast kring allan heim við sínum tónleiki, og hevur heili 14 tónleikaútgávur á baki.
Black Crow King
Hetta er kanska Føroya nýggjasti bólkur, men tónleikarnir, ið koma úr Gøtu og Leirvík, tó verða tónleikararnir ikki avdúkaðir fyrr enn konsertin verður hildin.
Tónleikastílurin hjá Black Crow King, kann lýsast sum eitt slag drøn-rokki, við sangi, gittar, bass, synth og trummum.
Konsertin verður í Tøting, leygarkvøldið 14. mai kl. 20.00
Hesum boða fyrireikararnir frá í dag.