Um níggju tíðina mánakvøldið, meðan arbeiðsmenn frá NCC, vóru í holt við viðlíkahaldsarbeiði í Vágatunlinum, hendi eitt rættiliga álvarsamt óhapp. Ein arbeiðsmaður hjá NCC, sum var á veg út úr einum lastbili var árendur av einum persónsbili.
Politiið í Miðvági upplýsir, at talan var um ein ungan førara, sum var á veg norður eftir. Fimm fólk vóru í bilinum, og tey skuldu náa bátin úr Leirvík, og tí var ferðin ógvuliga høg.
Tveir lastbilar stóðu á hvørjari síðu í tunlinum, og av tí, at ungi maðurin ikki fær bremsað, ætlar hann at raka opið ímillum bilarnar. Tað hann ikki sær er, at ein maður er á veg úr einum av lastbilunum. Bilurin rakar tí mannin og maðurin liggur á bilinum einar 150 metrar áðrenn hann dettur av.
Upplýst verður, at maðurin kom illa til skaða. Bæði armar og bein vórðu brotin, og í skrivandi stund var maðurin undir skurði á Landssjúkrahúsinum. Politiið í Miðvági veit tí ikki enn, hvussu umfatandi skaðarnir vóru.
Fólkini, ið sótu í bilinum, fingu ongan skaða, tí tey sótu øll í trygdarbelti. Ungi førarin verður ákærdur fyri brot á ferðslulógina. Hvussu tann neyva ákæran kemur at ljóða verður upp til fútan at meta um.
Politiið sigur, at orsøkin til óhappið var tann nógva ferðin.
? Vanlig fólk við vanligari ferð høvdu sæð lastbilarnar, og at arbeitt varð í tunlinum, verður sagt.
Spurdir um teir møguliga fara at stongja tunnilin um náttina fyri at fáa frið at arbeiða, verður upplýst, at hetta neyvan kemur upp á tal. Fólk skulu bara koyra hóvliga.