Majbritt Pauladóttir
----------
Hóskvøldið í farnu viku sótu nógvir føroyingar og hugdu at hjartanemandi sending um, hvussu hart fólk verða rakt, tá ið tey missa ein av sínum kæru í ferðsluni. Eg vænti, at fáur – um nakar – mundi sita fyri sjónvarpinum, og ikki gjørdist kensluliga ávirkaður av tí, vit har sóu og hoyrdu. Ein, sum sjálvur hevur mist ógvisliga – í ferðsluni ella á annan hátt – kendi helst so mikið meira hetta vónloysi, ið kemur oman yvir ein við hugsanini um, hvussu høpisleysir hesir tilburðir tyktust vera.
Tó, at eg eri samfelagsáhugað menniskja, eru tað ikki øll evni, sum fáa meg at seta meg við telduna at geva mítt íkast til eitt kjak. Men føroyska ferðslumyndin – um eg kann loyva mær at gera nýtt heiti, mær tørvar beint nú – er kortini evni, sum fær kenslur mínar at kóka. Og eg má siga, at eg eri vorðin illa skelkað av, hvussu illa nógvir, alt ov nógvir føroyingar bera seg at eftir vegum okkara.
Eg havi búð uttanlands alt mítt vaksna lív. Hesi árini havi eg í tíðarskeiðum eisini verið í øðrum londum, enn har, eg havi búleikast meginpartin av hesari tíðini. Og nógv er vorðið broytt í ferðsluni eftir evropeisku vegunum hesi árini. Nógv er betri. Serstakliga her norðuri á okkara leiðum er nógv gjørt at leggja niður í fólki virðing fyri bleytu virðunum og øllum lívi. Serliga er tílík kunning ofta vend ímóti yngra ættarliðinum. Eg eri eisini sannførd um, at hevði einki verið gjørt, høvdu lond okkara verið líka illa fyri, sum nógv lond í fjarskotnum heimspørtum, har eitt mannalív tykist lítið virði at hava, og djórini als einki.
Í tríggjar mánaðir havi eg nú dagliga koyrt 30 minuttir hvønn vegin til arbeiðis. Longu tríggjar – 3 – ferðir havi eg upplivað, at bilur kemur við teirri kolandi ferð beint ímóti mær í mínari ferðslubreyt. Tí, at eg royni ikki at koyra harðari enn, at eg altíð skal hava tamarhaldi á bilinum, hevur eydnast mær at bremsa harðliga og sleppa mær út í jaðaran. Í óbygdum øki koyri eg vanliga, so at nálin vísir umleið 85-100. Við júst mínum bili, veit eg tá, at ferðin er ímillum 75 og 90. Og her er skelkandi upplivingin: Kemur bilur og tekur meg aftur, so veit eg nú, at hann ætlar at fara fram um meg. Hetta grettir so ikki, antin eg koyri 80 ella 90. Stutt sagt, tí at føroyingar flestir koyra ikki 80-90: Tað er ov seint! Tað, sum er uppaftur verri, er sjálvandi, at ikki altíð eru líkindini røtt at fara framvið. Eg havi ikki tal á, hvussu ofta eg higartil havi bremsað niður í 50-60, fyri at hjálpa hinum garvilla framvið. Annars hevði vanlukka staðist av, tí har kom annar bilur ímóti í hinari koyribreytini. Eg endurtaki: Eg er givin at telja tilburðirnar, tí tað er so at siga annanhvønn dag, og onkuntíð upp í fleiri ferðir hvønn dag.
Hesar seinastu tríggjar mánaðirnar havi eg tíverri talt tveir deyðar seyðir, og bara tríggjar tær seinastu vikurnar eina deyða kettu og sjey harur, umframt fleiri fuglar. Fyrst liggja harurnar har illa farnar, og tá ið eg eri ávegis øvuta vegin seinni um dagin, liggja tær enn har, men nú kleimdar niður í vegin. Tað er syrgiligt og ikki sørt skelkandi at síggja tílíka vanvirðing fyri øllum livandi.
Í gjár ávegis heimaftur úr arbeiði síggi eg eftir vegnum í Kollfjarðardali eina ær við lambi tætt við vegin. Tey standa og eta fram við koyribreytini. Eg bremsi eitt sindur niður, ikki harðliga, tað er ikki neyðugt, og eisini er bilur beint aftanfyri. Harafturat leggi eg meg eitt sindur inn at miðjuni fyri ikki at koma teimum báðum á jaðaranum ov nær. Men hvat hendir? Maðurin í bilinum aftanfyri gerst sansaleysur av øði, heingir seg fastan í hornið og fer við teirri brølandi ferð og ýlandi horni fram við mær! Eg haldi, at eg við mínum bili vardi ærina og lítla lambið.
Meira enn eina ferð havi eg undrast, um tað er norska skeltið á bilinum hjá mær, sum fær illsinnið so í kók? “Hatta svaka norska petti úti og koyrir hesa tíðina, sum eitt skítbýtt, so at fólk sleppur ikki til arbeiðis!” Eg veit ikki. Men okkurt svakligt stingst upp á hesar bilførarar, tí eingin kann koyra á henda hátt, og ikki duga at hugsa sær, at vanlukka kann standast av sovorðnum atburði.
Sendingin í sjónvarpinum mundi nema við onnur enn bara meg. Men tvey ting, sum har vórðu søgd, fari eg at taka uppaftur og royna at seta sjóneykuna á. Har varð sagt, at “nógvir føroyingar koyra alt ov skjótt”. Hetta er ikki bara satt, men hetta er bart út at gera ov lítið av. Eg sigi tað so týðiliga: Nógvir føroyingar koyra skilaleyst og áttu at mist koyrikortið. Og summir teirra áttu helst ongantíð at havt fingið tað.
Eisini varð sagt, at “tíverri læra fólk ikki av feilum, sum onnur hava gjørt”. Hetta er sonevnd “sannroynd”, sum vit góðtaka um nógv onnur viðurskifti í samfelagnum. Tað vil so vera, at tað oftani kann tykjast, sum fólk læra ikki av royndum, sum onnur hava gjørt sær. Men í altjóða skiparakstri, har eg havi havt mína gongd í øll ár, er ikki loyvt at hugsa soleiðis. Skipafeløg, sum ikki hava skipanir, sum skulu byrgja fyri, at vanlukkur og óynsktar hendingar endurtaka seg, sleppa snøgt sagt ikki at flyta olju fyri stóru oljufeløgini Shell, Exxon, BP, Statoil, Elf og onnur. Hvussu mikið meira hevur ikki eitt samfelag skyldu til at seta forðingar upp og royna at byrgja fyri, at fólk í bilferðsluni sleppa ikki at gera sær ta ringu roynd at vera atvoldin, at menniskja er deytt í ferðsluni? Samfelagið kann ikki góðtaka, at her skal ein og hvør “sleppa” at gera sær sínar egnu ringu royndir. Vit kunnu ikki bíða eftir, at allir hesi vitleysu bilførarar hava gjørt tað, at onkur doyr, áðrenn teir vónandi fáa skil fyri at koyra við varni og ansni. Einki samfelag hevur ráð at bíða eftir tí. Og Føroyar hava so als ikki ráð til tess!
Tórshavn, 15. mai 2011