Føroyar í fokus

Føroyar og føroysk viðurskifti verða í andgletti í komandi viku, tá ið Føroyahúsið í Keypmannahavn saman við øðrum skipa fyri kunnandi tiltøkum serliga ætlað dønum

Alla næstu viku standa Føroyar, føroysk list, mentan og áhugamál ovast á breddanum í Keypmannahavn. Føroyahúsið skipar saman við Atlantic Airways, Maersk Air, Smyril Line og Ferðaráð Føroya fyri eini Føroyaviku, ið serliga vendir sær til danir.

Tiltøkini byrja sunnudagin, tá ið ein stór framsýning við verkum hjá Hans Jákup Glerfoss úr Klaksvík, Øssur Mohr úr Fuglafirði og Sámal Toftanes úr Leirvík letur upp. Kinna Poulsen, ið er cand.mag. í listasøgu, letur framsýningina upp.

Tónleikarar og sangarar úr Ålborg framføra saman við einum føroyskum kóri sangleikin um Barbaru undir leiðslu av Erik Fey. Kendi sjónvarpsmaðurin Søren Ryge Petersen hugleiðir um ferðir sínar í Føroyum og sjáldsamar upplivingar í tí sambandi. Nils Malmros heldur ein lættan fyrilestur rundan um filmin og skaldsøguna Barbara.

Mikukvøldið verður kjakfundur um føroyskt sjálvstýri, um politisku og búskaparligu støðuna í Føroyum. Luttakarar verða Óli Breckmann, løgtings- og fólkatingsmaður, og Kim Behnke, fólkatingsmaður. Dagin eftir verður aftur kjakfundur, hesa ferð við evninum Føroyar sum ferðafólkamál. Við pallborðið sita Petur Olivur í Hoyvík, formaður í Ferðaráð Føroya, Magni Arge, stjóri í Atlants Flog, Gunnar Ingimarson, frá Smyril Line, og Per Levring frá Maersk Air. Carsten Elsted, blaðstjóri, verður orðstýrari.

Alla vikuna eru fjølbroytt tiltøk á skránni, tónleikur, sangur, kór, føroyskur dansur, og ikki minst matur og øl. Leygardagin verður vínsmakking og veitsludøgverði, og Mortan í Hamrabyrgi heldur røðu. Føroyavikan endar Flaggdagin, tá ið fólkafundur verður. Elinborg Joensen, forkvinna í samtakinum av føroyskum feløgum í Danmark, heldur røðu. Felagsangur og tónleikur verða eisini á skránni.

Lista- og frímerkjaframsýningin er opin hvønn dag alla vikuna. Skúlar og feløg eru vælkomin eftir avtalu.