prosent um árið frá 2022 til hon var heilt burtur um fýra ár, ella í 2025. Jørgen Niclasen sigur, at í fyrsta lagi er tað greitt, at inntøkurnar hjá landskassanum høvdu minkað 158 milliónir um árið frá [...] sparingum ella fyri at økja um inntøkurnar. Í langtíðarætlanini hjá samgonguni er ætlanin at seta tiltøk í verk fyri 30 milliónir um árið, antin við sparingum, ella við at økja um inntøkurnar, ella eitt sindur [...] sparingum ella inntøkuhækkingum, fyri 158 milliónir afturat um árið, ella fyri 188 milliónir um árið. Leggjast kann aftrat, at talan hevði verið um varandi útreiðslur og inntøkur og tað er óvist, hvørja ávirkan
nógv rok verið um, at grind lýst til sølu. Men tað, sum serliga hevur elvt til umrøðu, er, at viðhvørt er prísurin so himmalhøgur, at tað stríðir ímóti øllum vanligum viti og skili. Dømi eru um, at tvøst av [...] talan er um útboð og eftirspurning. – Er prísurin hægri enn tað, fólk vilja lata, sleppur seljarin ikki av við grindina, so einfalt er tað, sigur Ólavur Sjúrðarberg. Seinni hava vit meiri um sama evnið [...] sølu fyri 675 krónur fyri kilo. Og nú sigur Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum, at hetta ein spurningur, tey fara at taka upp til umrøðu í felagnum. Nær Grindamannafelagið fer at hava fund
fyrispurning um ættleiðing. Sambært galdandi lóg, skulu pør vera gift, um tey ynskja at ættleiða fosturbørn. Føroyingar, sum søkja um at ættleiða, fáa noktandi svar frá Ríkisumboðnum, um tey ikki eru gift [...] Ríkisumboðnum, so er tað ein kunngerð, sum hevur gjørt hetta gjørligt í Danmark, men hon er ongantíð sett í gildi í Føroyum. - Spurningurin er, um vit sum framkomið samfelag kunnu liva við, at vit í 2017 [...] nátúrliga at gera. Djóni Nolsøe Joensen spyr tí Sirið Stenberg, um arbeitt verður fyri at seta hesa kunngerð í gildi í Føroyum, ella um fatanin framvegis er, at fók skulu noyðast í hjúnalag fyri at ættleiða
dag, ikki gleppur teimum av hondum. Hetta er níggjundu ferð, at skipað verður fyri hesum dansi, og vanliga hava verið millum 2- og 300 fólk hvørja ferð. Sigast kann um hin føroyski dansin, at hann er ein [...] stevi og lagi, við tí eina í huga: at dansa og kvøða. Og hetta dámar teimum, ið dansin ansa, sum Andrias í Norðadali, sáli, tekur til í rímuni um føroyska dansin. Alla seinastu øld stúrdu menn fyri framtíð [...] Men hóast stev og kvøðing eru eyðkend, so ber rættiliga væl til at dansa og kvøða saman, og tað er hetta, sum ger júst hesar dansinætur í Hósvík so stuttligar og minnisverdar, tí higar kemur fólk úr øllum
Vestmenningur og Fram mistu slakar tveir mánaðar í fiskitíð, áðrenn teir fóru á gulllaksaveiði um hálvan mai, hevur hetta árið kortini roynst óføra væl. Higartil í ár hava Vestmenningur og Fram fiskað fyri tilsamans [...] stavar frá gulllaksaveiðini. Hóast upsaveiðan kanska hevur verið í slakara lagi, síðan skipini løgdu um frá gulllaksi til upsa, hava Vestmenningur og Fram tó gjørt onkrar heilt góðar túrar í seinastuni. [...] knýttir at Vestmenningi og Fram, og sjey mans eru við hvønn túrin. Seint í vár skiftu skipini motor, og hetta arbeiði tók tveir mánaðir. Áður eru skipini longd. Bæði leingjanin og motorskift vórðu gjørd á sk
blivin stór hitt og hava staðfest støðuna hjá Signari sum solistur.? - Hetta seinasta árið hevur verið fantastiskt. Eg gjørdi eitt val um at geva tónleik út sum solistur, og fólk hava tikið sera væl ímóti [...] ímóti mínum tónleiki. Tað hevur verið sera hugaligt at fáa allar tær positivu viðmerkingarnar frá fólki um tónleikin hjá mær, sigur Signar í Homrum, sum leygarkvøldið var gestur í Hvonn Live, har hann spældir
við ymsum barnaspølum. Um trý-tíðina lat tombola upp í Norðnástovu og bóltkast og fiskibrunnur á torginum við Innistovu. Á torginum høvdu menn sett upp stóran dúk, sum fevndi um alt torgið við perum rundanum [...] Leygardagin varð flag lagt á heili tvey hús í Mikladali. Men hetta var heldur ikki tað einasta, sum varð á skránni henda dagin. Á hvørjum ári skipar Mikladals sóknar Fráhaldsfelag fyri tiltøkum til frama [...] frama fyri felagshúsinum í Mikladali. Felagið varð stovnað í 1883 og telir um 200 limir kring landið. Fríggjakvøldið byrjaði alt spakuliga við cafeteria og hugna. Nógv fólk varð komið norður. Ljós í hvørjum
søguhøpi og ferðavinnuhøpi. Hetta er tað besta, vit eiga av sínum slag. Hetta er okkara tráður aftur í fornar tíðir, sum vit ikki hava aðrastaðni. Hetta eru ítøkilig prógv um okkara umstøður og okkara samband [...] buskinum í spurninginum um brimverju fyri fornminnini í Kirkjubø. Tað megnar bara ein snekkja. Hetta hevur mangan verið frammi í práti, men er altíð dottið niðurfyri, tí hetta skuldi ikki vera skylda hjá [...] eisini at skundað undir orðaskifti um, hvat vit í veruleikanum vilja við hesum fornminnunum. Tað er ikki nóg mikið at stríðast um tey. Vit mugu eina ferð semjast um kósina, áðrenn ov seint er. Fornminnini
føgur orð um frælsisneistan, sum, hóðast hann hevur veri ójavnur til styrki gjøgnum tíðirnar, altíð hevur verið til og nu brennir bjartari enn nakrantíð. Við vanda fyri at gera Jógvani órætt um so er at [...] Jógvan við Keldu ikki havt nakra framsøgurøðu hendan dagin, hetta tí fullveldisætlanin, øll sum hon var, var farin fyri bakka. Uttan mun til um ein er samdur ella ósamdur við atfinningum og mótmælum, kann [...] eitt kjak í dag um fullveldi, er luttøka floksins í samgonguni og serliga íblásturin frá núverandi formanni floksins. Hugsa sær eina áheitan á Sambandsflokkin fyri trimum árum síðani um at benda kósina
meina, at eitt gott samband einans kann koma í lag, um Føringar leggja allar árar út fyri at verða so nógv Danskarar í sinni og skinni sum møguligt. Hetta má eg halda vera skeivt. Fyrst og fremsti haldi eg [...] Óflongdum vargum líkt er onki heilagt í teirra verð. Eitt nú er ongin trupulleiki at skriva niðrandi um fólk, sum í mong ár hava ligið undir grønu torvu, tað gongur so lætt sum fretur eftir gleri. Hóast [...] Hóast tað kann órógva og særa eftirkomarar (abbabørn o.fl.), nervar tað ikki slíkt »flogvit«. Hetta gevur orsøk til at endurprenta brot úr tí, sum Andr. Samuelsen (Sámalsson) skrivaði í Føringatíðindi 5. september