Óført ár hjá vestmannatrolarum

Hóast partrolararnir Vestmenningur og Fram mistu slakar tveir mánaðar í fiskitíð, áðrenn teir fóru á gulllaksaveiði um hálvan mai, hevur hetta árið kortini roynst óføra væl. Higartil í ár hava Vestmenningur og Fram fiskað fyri tilsamans 30 miljónir krónur, og tað er reiðarin, Tummas Christophersen, sera væl nøgdur við.

Skipini eru á upsaveiði størra helmingin av árinum, men í summar mánaðunum eru tey á gulllaksaveiði.

Reiðarin sigur, at størri helmingurin av avreiðingarvirðinum higartil í ár stavar frá gulllaksaveiðini.

Hóast upsaveiðan kanska hevur verið í slakara lagi, síðan skipini løgdu um frá gulllaksi til upsa, hava Vestmenningur og Fram tó gjørt onkrar heilt góðar túrar í seinastuni.

Besti túrurin í nøgd og avreiðingarvirði í heyst var hin triðseinasti, tá veiðan eftir 9 daga roynd var heili 540.000 pund av upsa, sum vórðu seld fyri 1,75 milónir krónur

Tummas Christophersen sigur, at skipini hendan túrin vóru á Bill Baily banka og í kantinum á Føroya Banka.

- Alt var stórur upsi, 92% vóru 2?arar og restin var 1?arar, sigur reiðarin.

Stívliga 20 mans eru knýttir at Vestmenningi og Fram, og sjey mans eru við hvønn túrin.

Seint í vár skiftu skipini motor, og hetta arbeiði tók tveir mánaðir. Áður eru skipini longd.

Bæði leingjanin og motorskift vórðu gjørd á skipasmiðjuni Mest í Havn.

Vestmenningur og Fram hava kør umborð til 300 tons - ella 600.000 pund av ísfiski, so hetta eru stór ?føt? í dag, má sigast.