Leygardagin varð flag lagt á heili tvey hús í Mikladali. Men hetta var heldur ikki tað einasta, sum varð á skránni henda dagin. Á hvørjum ári skipar Mikladals sóknar Fráhaldsfelag fyri tiltøkum til frama fyri felagshúsinum í Mikladali.
Felagið varð stovnað í 1883 og telir um 200 limir kring landið.
Fríggjakvøldið byrjaði alt spakuliga við cafeteria og hugna. Nógv fólk varð komið norður. Ljós í hvørjum húsi. Ein rúgva av børnum, sum hugnaðu sær óført millum húsini í bygdini. Dýrdarveður, men mjørki. Tíverri fyri tey, sum minntust seinasta ár, har ein kundi síggja sólina - í klárastu líkindum - rísa upp úr havsbrúnni mitt millum Kalsoynna og Kunoynna fríggjanáttina.
Leygardagin klokkan hálvgum tvey varð ferð sett á við kondibingo. Orsaka av mjørka vóru postarnir hesuferð lagdir við vegin kring Mikladal, men vanliga liggja teir gjøgnum hagan á veg niðan á Háls ? vestantil á oynni, har ein sær yvir á Eysturoynna. Har uppi plaga luttakarnir at hugna sær við ymsum barnaspølum.
Um trý-tíðina lat tombola upp í Norðnástovu og bóltkast og fiskibrunnur á torginum við Innistovu. Á torginum høvdu menn sett upp stóran dúk, sum fevndi um alt torgið við perum rundanum, so tað líktist rættuliga tí, sum vit síggja á summarstevnum kring landið. Og børnini stuttleikaðu sær óført.
Hillarnar tømdar
Nakað seinni komu pylsur og grill afturat á torgið. So nú stóð onki annað mát við hetta. Sólin hevði nú upployst tann tætta mjørkan og fylti dalin við sínum bjørtu strálum og vísti okkum tey høgu fjøllini aftur og tann bláa himmal. So tey, sum høvdu saknað hagatúrini fyrr á degnum, nýttu høvið nú. Børnini høvdu ilt við at velja millum ?tivoli? og annað spæl kring húsini og í ánni. Men hugnin varð óførur.
Um hálvgum sjey-tíðina byrjaði stóra eyðnuhjólið í kjallaranum í Innistovu við cafeteria í erva. Veðrið var enn av fagrasta slagi, so tað var eitt sindur tungt at tuga fólk innum. Men skjótt kom ferð á, og tá klokkan varð farin av ellivu, vóru hillarnar tómar. Og so vóru teir vanligu lutaseðlarnir tiknir.
Á miðnátt endaði alt tiltakið við tjóðsanginum. Inn vóru komnar brutto góðar 60.000 kr. til fráhaldshúsið og ta søk, sum tann fyribyrgjandi parturin í fráhaldssakini stendur fyri. Eini hundrað børn og ung hugnaðu sær saman í einum tiltaki, sum minnir tey á, at ein kann hugna sær uttan rúsdrekka og umganga tær fylgjur, sum mong uppliva av hesum.
Hálvan tíma seinri varð fyrsti bussurin á veg við fólki til Syðradal og ein tíma seinri hevði Alpha Pilot ført tey til Klaksvíkar. Men tann størra rúgvan bíðaði til sunnudagin.