Ógift fosturforeldur skulu eisini kunna ættleiða

Tað heldur Djóni Nolsøe Joensen, sum í dag setir Sirið Stenberg, landsstýrismanni í heilsu- og innlendismálum ein munnligan fyrispurning um ættleiðing.

 

Sambært galdandi lóg, skulu pør vera gift, um tey ynskja at ættleiða fosturbørn. Føroyingar, sum søkja um at ættleiða, fáa noktandi svar frá Ríkisumboðnum, um tey ikki eru gift við biologisku mammuni ella pápanum at barninum.

 

- Í Danmark er lógin broytt, so ein kann ættleiða, hóast ein ikki er giftur við biologisku mammuni ella pápanum. Ein skal bara hava havt sama bústað í longri tíðarskeið og ymiskar aðrar treytir skulu somuleiðis vera uppfyltar, skrivar Djóni Nolsøe Joensen í viðmerkingunum til málið.

 

Sambært Ríkisumboðnum, so er tað ein kunngerð, sum hevur gjørt hetta gjørligt í Danmark, men hon er ongantíð sett í gildi í Føroyum.

 

- Spurningurin er, um vit sum framkomið samfelag kunnu liva við, at vit í 2017 í Føroyum ikki loyva einum barni at fáa eitt av sínum hægstu ynskjum uppfylt, at blíva ættleidd av síni fosturmammu ella -pápa. Fosturmammu ella -pápa, sum tey, í nógvum førum, kanska eru uppvaksin saman við síðani tey vóru heilt lítil, og sum hava verið har fyri tey heilt nátúrliga, síðani tey mistu annað av sínum biologisku foreldrum, skrivar Djóni Nolsøe Joensen.

 

Hann ásannar, at talan allarhelst er um fá dømi í Føroyum, men kortini, fyri tey, sum tað rakar, kennist tað ikki sørt meiningsleyst og svárt, tá ið báðir partar føla tað, sum tað mest nátúrliga at gera.

 

Djóni Nolsøe Joensen spyr tí Sirið Stenberg, um arbeitt verður fyri at seta hesa kunngerð í gildi í Føroyum, ella um fatanin framvegis er, at fók skulu noyðast í hjúnalag fyri at ættleiða fosturbarn.