Ógjørligt at forða fyri at grind verður seld

Í seinastuni hevur nógv rok verið um, at grind verður seld og nú fer Grindamannafelagið at taka málið upp

Í seinastuni hevur nógv rok verið um, at grind lýst til sølu. Men tað, sum serliga hevur elvt til umrøðu, er, at viðhvørt er prísurin so himmalhøgur, at tað stríðir ímóti øllum vanligum viti og skili. Dømi eru um, at tvøst av springara er lýst til sølu fyri 675 krónur fyri kilo.

 

Og nú sigur Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum, at hetta ein spurningur, tey fara at taka upp til umrøðu í felagnum. Nær Grindamannafelagið fer at hava fund aftur, er óvist, men formaðurin sigur, at tað verður í hvussu so er ikki fyrrenn seint í heyst, tá ið hoyggið, slaktið og nátungar, eru fingnir til høldar.

 

Av tí, at Grindamannafelagið ikki hevur viðgjørt spurningin, fær formaðurin heldur ikki sagt, hvat niðurstøðan verður. Men sjálvur heldur hann, at tað er ómøguligt at forða fyri, at grind verður seld.

 

– Tá ið grindin er dripin og býtt, er hon ikki landsins ogn longur, men privat ogn. Sostatt hava myndugleikarnir eisini mist tamarhaldið á, hvat verður av henni. Og er tað onkur, ið hevur hug til at selja sín grindapart, og soleiðis umseta hann til reiðan pening, er tað ómøguligt at forða fyri tí, heldur Ólavur Sjúrðarberg.

 

Hann heldur, at eitt forboð er púra nyttuleyst, tí vil nakar selja grind, og vil nakar keypa grind, skulu tey nokk finna útvegir fyri tí.

 

Rúsevni eru forboðin og undir strongum eftirliti, men kortini vita vit, at tey verða handlað á svarta marknaðinum, nevnir hann sum eitt dømi. So hann dugur ikki at síggja, hvussu vit kunnu forða fyri, at grind verður seld.

 

Og hann heldur somuleiðis, at hóast prísurin í ávísum førum má sigast at verða heldur ógvusligur, er tað so einfalt sum tað, at talan er um útboð og eftirspurning.

 

– Er prísurin hægri enn tað, fólk vilja lata, sleppur seljarin ikki av við grindina, so einfalt er tað, sigur Ólavur Sjúrðarberg.

 

Seinni hava vit meiri um sama evnið