Dánjal J. Hansen
Offshore, Venezuela 26/3
Í Sosialinum týsdagin 20. mars, verður endurgivið frá framsøgurøðuni sum Jógvan við Keldu helt í løgtinginum í samband við fullveldisætlanina. Nógv føgur orð um frælsisneistan, sum, hóðast hann hevur veri ójavnur til styrki gjøgnum tíðirnar, altíð hevur verið til og nu brennir bjartari enn nakrantíð. Við vanda fyri at gera Jógvani órætt um so er at hann ikki er rætt endurgivin, má eg siga at har er okkurt sum fær meg at ivast í hvussu bjørt glæman er hjá Jógvani sjálvum. Tað ber tó ikki til út fra blaðgreinini, at gera nakrar serligar viðmerkingar til røðuna hjá Jógvani, men tað sum ber eitt sindur uppfyri hjá mær er tað, sum hann er endurgivin fyri at siga um tiltakið, ið Unga Tjóðveldið skipaði fyri á Vaglinum herfyri. Hann kallar hesi fólkini ?óføroysk? og atburð teirra ?lítið virðiligan?. Í Týskalandi fyri góðari hálvari øld síðan var eitt stýri, sum kallaði tey sum funnust at fyri ?ótýsk?. Uttan at gera fleiri samanberingar har, vildi eg ynskt at tað at kalla tey sum ein er ósamdur við fyri ?óføroysk? var ?óføroyskt?.
Annars var upprunin til tiltakið á Vaglinum, tað lokabragd og skýmaskotavirksemi, ið sambandssinnaði vongurin í Fólkaflokkinum, sum Jógvan kanska sjalvur er eitt sindur í parti við, framdi, tá ið hann tók kvørkratak á fullveldisætlanini, hetta meðan tað besta av loysingarsinnaða vonginum, Rúna Sivertsen og Jógvan a Lækjuni, vóru á amerikuferð. At Løgmaður gjørdi av at fara til Onglands meðan djúp stjórnarkreppa var í landinum gjørdi ikki støðuna betri. Um Høgni Hoydal ikki hevði staðið so stinnur og hildi tørn til tey bæði, Rúna Sivertsen og Jógvan á Lækjuni, komu heim aftur, hevði Jógvan við Keldu ikki havt nakra framsøgurøðu hendan dagin, hetta tí fullveldisætlanin, øll sum hon var, var farin fyri bakka.
Uttan mun til um ein er samdur ella ósamdur við atfinningum og mótmælum, kann tað ikki vera ?óvirðiligt?, opið og alment at finnast at og mótmæla tí, sum ein heldur verða skeivt. Tað krevur dirvi at stilla seg í skotlinjuna og siga sina hugsan har sum øll kunnu hoyra, fata ella misfata orðini og venda teimum ímóti tær.
Lokabrøgd og skýmaskotavirksemi harafturímóti, tey eru óvirðilig. Eg vildi ynskt at tey eisini voru ?óføroysk?.
Tey flestu okkara, loysingarsinnað eins og meiri sambandssinnað, eru góð við okkara land og okkara folk. Ongin okkara er minni føroyskur enn nakar annar.
Víðari verður Jógvan við Keldu endurgivin fyri at siga at um hatta var fólki sum vit skulu taka sjálvstýrið við, so er soðið tunt í fullveldisgrýtuni. Jógvan man vita at Unga Tjóðveldið man vera naka nær kjarnan í loysingarrørsluni og at Tjóðveldisflokkurin umboðar ein fjórðapart av veljarafjøldini sambært hagtølunum hja Fynd. Hesi somu hagtøl geva Fólkaflokkinum stuðul frá minni enn einum fimtaparti av samlaðu veljarafjøldini. Harafturat er Fólkaflokkurin, sambært teimum sum sigast at hava skil fyri slíkum, býttur upp í partar og fraktiónir eftir fleiri ásum. So um bert tey sum eru samd við Jógvani eru ?føroysk? og ?virðilig? verdur soði av sonnum tunt, helst bara ein 5% vatnugur upploysingur.
Møguleikar
Møguleikar er yvirskriftin til oddagreinina í Sosiainum leygardagin 23. mars 2001, har greinskrivarin vísir á nakrar møguleikar fyri einari breiðari semju í fullveldistilgongdini. Greinin vísir á møguleikar fyri semjum og ørðum samgongumøguleikum, alt gott um tað. Tað sum oddagreinin hevur til felags við framsøgurøðuna hjá Jógvani við Keldu er at báðir leggja eftir Tjóðveldisflokkinum og formanni hansara fyri at hava handfari fullveldisgongdina so óstortsliga, og báðir tykjast at hava gloymt, at orsøkin til at vit hava eitt kjak í dag um fullveldi, er luttøka floksins í samgonguni og serliga íblásturin frá núverandi formanni floksins. Hugsa sær eina áheitan á Sambandsflokkin fyri trimum árum síðani um at benda kósina meira á sjálvstýrisleið fyri ikki at missa ?sambandið? við politiska veruleikan!! Ørt. Men hendan leygardagin 23. Mars 2001 heitir oddagreinskrivarin á Sambandsflokkin um at gerast meira sjálvstýrissinnaðan fyri ikki at detta púra burturímillum í føroyskum politikki. Tað livandi kjak, sum í dag gongur um sjálvbjargni og sjálvræði, hevði als ikki verið til uttan tann íblástur, ið menn sum Høgni Hoydal hava givið. Sambandsflokkurin og fyri ein part Javnaðarflokkurin høvdu als ongan áhuga í evninum fyri trimum árum síðani. Í dag siga teir seg hava tey røttu svarini uppá allar ríkisrættarligar spurningar. Hví siga teir tað? Jú! teir eru kroystir av politiska veruleikanum í dag. Fyri nøkrum fáum árum síðan bannaði Edmund Joensen øllum tosi um broytingar í rísfelagsskapinum og Javnaðarflokkurin rýmdi stutt eftir úr teirri samgonguni. Sjálvstýrislógin hjá Javnaðarflokkinum hevur ligi og sivja í mølposanum síðani. Tað var Tjóðveldisflokkurin, sum í verandi samgonguskjalinum fekk lív í kjakið, og tað er treiskni Høgna Hoydals, sum ger, at vit framvegis hava eitt fullveldismál, at Javnaðarflokkurin nú at enda hevur tikið støðu til ríkisfelagsskapin og at Sambandsflokkurin kanska verður noyddur til at gera onkrar broytingar. Hevur gongdin í fullveldismálinum verið óstortslig? Tað kann gott vera. Hava mistøk verið gjørd? Onki at ivast í. Men kjakið er livandi og glæman lýsir bjart. Og tá er ikki onki komi burturúr.
Hatur
Oddagreinskrivarin í Sosialinum 23 mars heldur uppá at tjóðveldisfólk hata javnaðarfólk. Eg meini tað.
Teir ringastu fótbóltshooligans í ávikavist Manchester og Liverpool hata ivaleyst hvør annan. Teir viðgongdu protestantisku og katólsku hernaðarligu bólkarnir I Norðurírlandi hata helst hvønn annan og naka nógv av hatri man vera ímillum ísraelar og palestinar. Eins og so nógvir aðrir sjómenn havi eg í mínum starvi veri í nøkrum av heimsins búskaparligu skýmaskotum, har hatur millum trúðarbólkar, ættarbólkar, rík og fátøk og mótsetningar annars av ymsum slag, gera gerandisdagin hjá fólkinum sera truplan og búskaparligan og sosialan framburð ómøguligan. At tjóðveldisfólk skulu hata javnaðarfólk er reinur heilaspuni. Lat okkum nú ikki púrasta missa tamarhaldi á lutføllunum. Okkara fólk hevur tíbetur langtsíðani mist alla traditión fyri hatri og kríggi, og ongin orsøk er til at droyma okkum aftur til teir dagarnar, tá ið ósemjur vórðu avgjørdar við blankum stáli. Dialogurin fer framhaldandi at vera okkara amboð. At hann summar tíðir gerst hvassari enn væl er, mugu vit so óiva liva við.
Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin hava verið djúpt ósamdir um fullveldismálið, og nógv tjóðveldisfólk munnu hava andstygd fyri tí leikluti, ið Javnaðarflokkurin átók sær sum høvuðspapageykur hjá danska javnaðarflokkinum og donsku stjórnini.
Í hesum døgum tykist sum Javnaður og Tjóðveldi kunnu semjast um onkur av prinsippunum I fullveldistilgongdini. Sleppir Javnaðarflokkurin papageykaleiklutinum er kanska ikki so nógv eftir av ósemjum og ósambæriligheitum. Men hatur??? Tak teg saman, maður.