barnagarðar og so framvegis. Í hesum høpinum passa teir politisku flokkarnir ikki inn. Flokkarnir sprottu úr tjóðskaparligu og búskaparligu kollveltingunum í farnu øld. Tað var yvirklassin og tey ráðandi [...] felag byggir á felags loysnir og ein ávísan rætt til, at øll í samfelagnum hava somu sømdir og somu møguleikar. Um hetta skal eydnast, so noyðast flokkar, politikkarar og tann politiska skipanin at leggja [...] einki. Her í Noregi tykist tað meir og meir eyðsýnligt, at flokkarnir halda lív í sær sjálvum við at byggja á kommunustýrislimir sum ganga aftur val undan vali, og so nøkrum fáum sum hava framtíðina aftan
av landsynningi og eystri. Skýggjað og møguliga okkurt regn- ella vátslettingsæl. Hitin millum 2 og 5 stig. Veðrið sunnudagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri, minkandi og út á náttina niður [...] Hitin fellur umleið frostmarkið. Veðrið týsdagin og mikudagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norði og útnyrðingi við kavaæli. Hitin millum ÷1 og ÷5 stig Í gjár: Lágtrýstið í útsynning úr Íslandi [...] fer eystureftir og dýpist. Mikunáttina liggur tað yvir Danmark. Í dag: Brúgvaløg haðani liggja fyri tað mesta í ein útsynning úr Føroyum og kunnu geva eitt sindur av avfalli í Føroyum. Fyrst í komandi viku
oyggj. -Verður eydnan við okkum, og tað verður funnin olja, fer virksemið í samfelagnum at vaksa munandi, men tað liggur langt frammi, og serliga í útbyggingarskeiðnum - og heldur ikki fyrr - verður tað møguliga [...] hann fyrst uppá atfinningarnar um oljuútgerðarhavnina: -Eg havi ikki ætlan um at áleggja oljufeløgunum at brúka ávís støð í landinum til útgerðarstøð í leitiskeiðnum. Tørvurin á flutningi til og úr Føroyum [...] teimum leiðbyggiætlanum, sum jú skulu leggjast fyri landsstýrismannin. Og hesar verða so eisini lagdar fyri tingið til kunningar, og har ber so eisini til at tosa saman um møguligar broytingar. Men í síðsta
vikuskiftið spældu teir móti Mjølni og taptu 2-1 í einum rættiliga spennandi dysti og hetta vikuskiftið spældu teir móti Fram, sum teir hava kappast við um annað plássi. Og enn einaferð varð úrslitið, at SÍ [...] tapandi liðið, og gongdin var á leið tann sama, sum hon var ímóti Mjølni. Byrjaðu best endaðu verst Tað var heimaliðið sum var fyrst at fóta sær í dystinum. Teir fingu gongd á spælið og serliga var tað [...] javnt eins og annað var tað. Munurin var bara, at hesaferð var tað Fram sum hevði munin. Fjórða sett vunnu teir rættuliga greitt, og so var neyðugt við einum javnbrótara fyri at avgera dystin og tann javnbrótaran
nógv framfarin, síðani Piontek og hansara menn vóru og vitjaðu okkum fyrst í hesum ártígginum. Hetta er onnur ferðin á rað, at turkar hava leikt seg til EM-endaspælið, og hóast úrtøkan ikki var nakað at [...] í 1990 og 1996 skuldu brotsspørk til, áðrenn ein vinnari varð funnin millum liðini bæði, og báðu ferðirnar vóru tað tyskarar, sum drógu longra stráðið. Hini bæði liðini í bólkinum eru Rumenia og Portugal [...] liðini vóru styrkismett í fýra bólkar, og niðanfyri verður greitt eitt sindur frá liðunum í ymsu bólkunum. Arvafíggindar hittast Bólkur A: Týskaland, Rumenia, Portugal og Ongland. Størsti spenningurin í bólki
Soleiðis skuldi tó ikki verða, og leikararnir kundu saman við áskoðarunum fegnast um enn tvey kærkomin stig. Tilfar til meira Tjaldur hevur nú vunnið sær 6 stig higartil í ár, og hóast tað ikki er líkt til [...] vera sera óskipaðir, eins og tað ofta hevur halta kropsliga, við tað at fleiri dystir eru mistir á gólvið seinasta løtuna av dystunum. Megna runavíkingar at hava sama fólk, eins og nýbyrjaða ungdómsarbeiði [...] fer at vera við at mynda føroyskan hondbólt langt inn í komandi øld. Fyri fyrst mugu teir tó sláa seg til tols við, at tað her og nú ræður um at halda ein ávísan likamspart yvir vatnskorpuni. Byrja av nýggjum
verðinskrígg og fram í 60-ini. Í tilfarinum gongur fram, at Sovjet hevði eitt vakið eyga við Føroyum, sigur søguprofessarin. Sovjetsamveldið fylgdi fyrst og fremst væl við hvat bretar og seinni amerikanarar [...] Jensen og vísir í hesum sambandi á gamla sovjetiska uttanríkisráðið og hernaðarligu fregnartænastuna. Opportunisma ráddi Bent Jensen hevur leitað eftir skjølum, sum lýsa viðurskiftini millum Danmark og So [...] Danmark og Sovjettsamveldið. - Fekk Danmark gott og tætt samband við Moskva, so tók mann eftir øllum at døma ikki undir við loysingini. Gjørdust viðurskiftini harafturímóti spent millum Danmark og Sovje
arbeiðið steðgað av samgongu við fólkaflokkinum, tjðoðveldinum og teimum smáu. Hetta arbeiðið, ið varð byrjað í 1988, stóð landið fyri, og landsverkfrøðingurin gjørdi arbeiðið. Tá ið verkætlanin verður [...] eitt partafelag stovnast við almennum pengum, og arbeiðið bjóðast út í fríari kapping t.v.s. millum útlendingar. Landsverkfrøðingurin er settur í skammikrók. Og her koma vit til tað fyrsta kritikkpunktið [...] Leirvíksfjørð, tunli úr Kambsdali út millum Fjarða og øðrum ætlanum í huga, var hetta prosjektið eitt kærkomið høvi hjá føroyingum at vinna sær royndir og førleika. Men nei, okkara almenna entreprenørfelag
um, má fyrst og fremst vera innihaldið í teirri semjuni, sum gjørd verður. Fæst eingin semja við Javnaðarflokkin um eitt skilagott innihald, so er betri at eingin semja verður gjørd við hann. Og innihaldið [...] føroyskt land undir teirri donsku grundlógini vísir fyrst og fremst, at flokkurin ikki arbeiðir ábyrgdarfult í hesum máli. Henda ósamanhangandi og sjálvmótsigandi politiska agitatión hevur ikki uppiborið [...] stjórnini. Og tá tað er stjórnin sum skal veita okkum hesa heimild, verður samráðingarstøðan tann sama sum altíð: Landsstýrið er undir, og stjórnin er omaná. Stjórnin situr øðrumegin borið og tekur avgerðirnar
mál, og tað eyðkendi eisini umrøðuna. Tingmenn referaðu bara til uppskotið, og nærum eingin hevði nakra sjálvstøðuga hugsan um hetta mál. Hetta at mál verða skundað ígjøgnum hevur fyrst og fremst avleiðingar [...] málini nóg væl, og nevndirnar fáa ikki tíð til tað neyðuga arbeiði, um ein lóg skal vera uttan lýti og so gagnlig sum møguligt. Men í sjálvari tilgongdin er hetta óskilið fyrst og fremst til ampa hjá andstøðuni [...] Hetta er eitt óskil, og hetta er eitt dømi um, at fólkaræðiliga eru vit langt og frá komin á mál enn. Seinastu árini hava vit ikki hoyrt annað, enn at vit skulu hava betri lógarsmíð. Landsfyrisitingin