Ein framtíð fyri einstaklingar?

28. november vóru fimm ár síðan norðmenn søgdu nei til at gerast limir í Europeiska Samveldinum (ES).

Til hesa fólkaatkvøðuna samlaðust fólk um eitt politiskt mál. Antin at gerast limir í ES, ella at royna at forða fyri einum limaskapi. Hesi fimm árini hava broytt nógv í norskum politikki.

Teir politisku flokkarnir stríðast fyri at yvirliva. Flokkarnir eru við at minka burtur í einki.

Her í Noregi tykist tað meir og meir eyðsýnligt, at flokkarnir halda lív í sær sjálvum við at byggja á kommunustýrislimir sum ganga aftur val undan vali, og so nøkrum fáum sum hava framtíðina aftan fyri seg. Hetta er ein menning, sum serliga hevur verið sjónlig seinastu fimm-tíggju árini.

Seinastu tíðina hava fleiri norskir politikarar roynt at fingið lív í eitt orðaskifti um framtíðina hjá norska fólkastýrinum, - og kanska ikki minst í flokkunum. Stórtingsforsetin Kirsti Kolle Grøndahl hevur kallað inn til ein fund fyrst í komandi ári, har spurningurin um framtíðina hjá norska fólkavaldinum stendur á skránni. Hon hevur millum annað víst á, at grundlógin eigur at kannast gjølla. Norska grundlógin er skrivað fyri so nógvum árum síðani - á donskum - at ringt kann vera at seta hana inn í dagin í dag.

Formaðurin í norska javnaðarflokkinum, Thorbjørn Jagland, hevur gjørt seg til talsmann fyri stórum broytingum í flokkinum, og tey hava sett eina nevnd at kanna, hvussu flokkurin skal møta framtíðini. Og tað eru ikki smávegis broytingar Jagland hugsar sær. Millum uppskotini er, at flokksformaðurin skal veljast beinleiðis av limunum, og ikki av einum landsfundi. Harafturat kann hann hugsa sær at senda týdningarmikil mál út til atkvøðugreiðslu millum limirnar. Alt hetta skal gerast fyri at fáa fólk við í politiska arbeiðið í flokkunum.

Orsøkin til hesar hugsanir eru broytingar í samfelagnum. Fólk hava ikki sama áhuga fyri samfelagnum sum so. Tey øsa seg upp um einstøk mál, og helst mál, sum raka tey sjálvi á ein og hvønn hátt. T.d. vísir tað seg her í Noregi at er tað nakað sum fær fólk út á gøturnar fyri at krevja sín rætt, so eru tað spurningar um nærumhvørvi, skúlar, barnagarðar og so framvegis.

Í hesum høpinum passa teir politisku flokkarnir ikki inn. Flokkarnir sprottu úr tjóðskaparligu og búskaparligu kollveltingunum í farnu øld. Tað var yvirklassin og tey ráðandi sum bygdu flokkarnar og londini.

Í dag eru fólk ikki líka áhugaði í at byggja samfelagið saman við øðrum. Og tað er her, at tað gerst so trupult hjá teimum politisku flokkunum at finna sítt pláss. Hetta er ikki bert galdandi í Noregi, men allastaðni har vit í dag hava eina politiska skipan sum byggir á flokkar og fólkaræði.

Tað er møguligt, at tíðin er farin frá teimum stóru kollektivu rørslunum, sum vit hava kent síðani fronsku kollveltingina. Nú eru tað einstaklingarnir sum vinna, og øll berjast móti øllum.

Men eitt vælferðarsamfelag byggir á felags loysnir og ein ávísan rætt til, at øll í samfelagnum hava somu sømdir og somu møguleikar. Um hetta skal eydnast, so noyðast flokkar, politikkarar og tann politiska skipanin at leggja til rættis fyri hesum.

Í dag hava norskir politikarar ikki funnið sítt pláss í teimum globalu broytingunum sum fara fram, og tí leita teir eftir einum plássi har teir kunnu yvirliva - eisini í framtíðini. Um tað eydnast teimum fer tíðin at vísa. Higartil vísa limatølini, at teir ikki eru á rættari leið. Talið á teimum, sum eru politisk virkin og samstundis eru limir í einum flokki, minkar.


Jógvan Hugo Gardar, Oslo